Sperra ella virkja kort
Her á síðuni finnur tú vegleiðingar um, hvussu tú kanst sperra og virkja títt gjaldskort.
Soleiðis sperrar tú títt gjaldskort
Hevur tú mist gjaldskortið burtur, ella hevur tú illgruna um, at onkur kennir loynitalið á tínum gjaldskorti?
Tá er týdningarmikið, at tú sperrar kortið beinaveg. Tú kanst sperra kortið á netbankanum ella við at ringja til okkum.
Sperra kortið á netbankanum
- Rita inn á netbankan.
- Far til kortyvirlitið.
- Finn gjaldskortið í yvirlitinum og sperra kortið.
Ring til okkara
Kundatænastan í Betri Banka - gerandisdagar - á telefon:
- 348 000
Kundatænastan hjá Nets - um kvøldið ella í vikuskiftinum - á telefon:
- +45 44 89 27 50 (Sperra Mastercard)
- +45 44 89 29 29 (Sperra Visa/Dankort
Hesi nummur eru tey somu, um tú ert í Føroyum ella uttanlands.
Minst til at hava kontunummar ella kortnummar klárt, tá tú ringir og vilt sperra kortið.
Er kortið sperrað?
Gjaldskort kunnu verða sperrað um illgruni er um svik, men eisini av øðrum orsøkum so sum
- eftir áheitan frá korteigara, tí kortið er burturmist ella stolið.
- vegna trot á kontu.
- loynitalið er tøppað inn skeivt meira enn 3 ferðir. Kortið sperrast tá sjálvvirkandi.
- nýtslan í útlendskum gjaldoyra er størri enn loyvda hámarkið í 14 dagar. Kortið verður sperrað sjálvvirkandi.
- nýtslan í eitt samdøgur er meira enn 15 ferðir í terminali og sjálvtøkum. Kortið verður sjávvirkandi sperrað.
- tá Betri Banki fær boð um, at korteigari er deyður.
Tú kanst virkja gjaldskortið á netbankanum
- Rita inn á netbankan.
- Far til kortyvirlitið.
- Finn títt nýggja gjaldskort í yvirlitinum og virkja kortið.
Tú kanst eisini virkja gjaldskortið við at ringja til Nets
- Ring +45 44 89 73 50.
- Skriva kortnummarið (16 tøl á framsíðuni á kortinum) og enda við #.
- Skriva kotuna fyri at gera kortið virkið, enda við #. KOtan er 0 og fýra tey seinastu tølini í tínum persónliga kundanummari.
Kundanummarið finnur tú í tínum persónliga netbanka undir Brúkaraupplýsingar. Fært tú kontuavrit sendandi við posti, stendur kundanummarið á kontuavritum.
Minst til
- at virkja kortið beinavegin.
- at kanna eftir, at upplýsingarnar á nýggja kortinum eru rættar.
- at fyrstu ferð, tú nýtir kortið, má kortið setast í terminalin og pin-kotan nýtast fyri at virkja tráðleysu loysnina.
- at tú lættliga kanst leggja kortið á telefonina umvegis netbankan.
- at dagføra kortupplýsingar, um tú hevur teknað ymisk hald við kortgjaldi, t.d. stroymingtænastur, App store, Galaxy store o.s.fr.
- at stovna tær eitt persónligt loyniorð hjá Nets til keyp á netinum. Sí leinkið niðanfyri.
Latið okkum hoyrast
Okkara endamál er at veita tær ráðgeving, sum hjálpir tær at hava eina haldgóða fíggjarstøðu. Tín ráðgevi er til reiðar, uttan mun til um talan er um lán til bústað ella hjálp til, hvussu tú kanst fáa pengarnar at røkka.