5. element

Kærumøguleiki

Kærumøguleikar í fíggjarmálum

Um tú ikki kanst taka undir við avgerð okkara í einum fíggjarmáli, ert tú vælkomin til, í fyrsta umfari, at seta teg í samband við okkum aftur. Kann málið verða loyst á henda hátt, er tað tann besta, mest einfalda og skjótasta loysnin fyri báðar partar.

Ert tú eftir hetta framvegis ósamd/ur við Betri Banka um viðgerðina av tíni áheitan ella úrslitinum av áheitanini, kanst tú seta teg í samband við klaguábyrgdaran í Betri Banka. 

Tú kanst biðja deildina um at beina klaguna hjá tær til klaguábyrgdaran. Tú kanst eisini seta teg í samband við klaguábyrgdaran við at senda teldupost til klaga.banki@betri.fo ella senda bræv til:

P/F Betri Banki
Yviri við Strond 2
100 Tórshavn
Att.: Klaguábyrgdari

Klagan verður viðgjørd skjótast tilber. Sum meginregla skulu allar klagur frá privatkundum viðgerast innan ein mánað.

Danska peningastovnskærunevndin

Eftir avtalu millum føroysku peningastovnarnar og donsku peningastovnskærunevndina (Fanke), ber til hjá privatum peningastovnskundum at klaga til donsku peningastovnskærunevndina, um ein nøktandi loysn ikki er funnin saman við føroyska peningastovninum.

Avtalan er bert galdandi fyri klagumál, har kravið er íkomið eftir 1. januar 2011, og bert fyri privatkundar. Kærunevndin viðger ikki klagur frá vinnukundum og parta- og smápartafeløgum.

Klagan skal viðvíkja eini ítøkiligari fíggjarligari trætu, sum hevur verið fyri klaguábyrgdara í peningastovninum uttan loysn, og klagan skal orðast á donskum.

Til ber at fáa meira at vita og at klaga umvegis heimasíðuna hjá det finansielle ankenævn www.fanke.dk:

Pengeinstitutankenævnet
St. Kongensgade 62, 2. sal
1264 København K
sek@fanke.dk
Telefon +45 35 43 63 33
Telefontíð kl. 8.30-11.30

Latið okkum hoyrast

Okkara endmál er at veita tær ráðgeving, sum hjálpir tær at hava eina haldgóða fíggjarstøðu. Tín ráðgevi er til reiðar, uttan mun til um talan er um lán til bústað ella hjálp til, hvussu tú kanst fáa pengarnar at røkka.