Innleiðsludagar á Setrinum

Vinn eitt gávukort á 1.500 krónur frá SMS og eitt Eva Solo termukrúss. Tað einasta tú skalt gera er at fylla frymilin út niðanfyri.

Kapping

Góð ráð til tín, sum ert lesandi í Føroyum

Nýggj fíggjarstøða
Um tú hevur arbeitt og nú fert undir lesnað, fert tú niður í løn, og tí mást tú tillaga tína nýtslu. Hugsa tí um, hvat tú vilt brúka pengar uppá, og er pláss fyri at seta pengar av til óvæntaðar útreiðslur?

Fíggjarligar óvanar
Sum lesandi er inntøkan avmarkað, og tí er neyðugt at hugsa um tínar fíggjarligu óvanar. Raðfest matpakkan heldur enn at keypa í kantinuni, og kaffi við heimanífrá heldur enn kaffi to-go. Tað ger mun.

Fíggjarætlan
Skriva niður hvat tú fært í løn og hvørjar tínar føstu útreiðslur eru, so veist tú hvat tú hevur eftir at brúka til mat, hugna o.a. 
Ger eina fíggjarætlan.

Lestrarstarv
Um tú ynskir fleri pengar um hendi, kanst tú fáa tær eitt lestrarstarv - um tú hevur tíð og orku til tað. 
Tað gevur tær eisini arbeiðsroyndir, sum tú kanst taka við tær eftir loknan lesnað. 

 

Latið okkum hoyrast

Okkara endmál er at veita tær ráðgeving, sum hjálpir tær at hava eina haldgóða fíggjarstøðu. Tín ráðgevi er til reiðar, uttan mun til um talan er um lán til bústað ella hjálp til, hvussu tú kanst fáa pengarnar at røkka.