Flyta heimanífrá
At flyta heimanífrá er bæði spennandi og avbjóðandi. Tú fært størri frælsi, men eisini størri ábyrgd. Í Betri Banka hjálpa vit tær við fíggjarliga partinum, so tú veitst, hvat tú hevur ráð til, og hvat hóskar best til tína fíggjarstøðu og ætlanir.
Flyta heimanífrá
Við frælsinum at búgva fyri seg sjálvan fylgja eisini ábyrgd og fíggjarligar skyldur. Tað er tí umráðandi, at tú setir teg væl inn í tíni fíggjarviðurskifti.
6 góð ráð
- Ger tína egnu Fíggjarætlan - Legg inntøkurnar saman, og tak útreiðslur og nýtslu frá
- Fá tær eina Heildarkontu, so tú hevur skil á rokningunum
- Brúka Netbankan. Fylg við tínum kontum, tínari nýtslu og ger tínar egnu flytingar
- Brúka MasterCard Debit - So freistast tú ikki at brúka pengar, tú ikki hevur
- Uppsparing er gull verd. Flyt eina fasta upphædd um mánaðin inn á eina Uppsparingarkontu - tá stendur tú ongantíð á berum.
Flyta saman
Hevur tú ætlanir um at flyta saman við makanum, eigur tú eisini at hugsa um at innrætta tykkara fíggjarlív eitt sindur øðrvísi. Nógvir spurningar kunnu stinga seg upp í hesum sambandi, so sum: Hvussu deila vit rokningar? Skulu vit hava sama banka? Hvussu við tryggingum?
5 góð ráð
- Ger eina Fíggjarætlan - So hava tit yvirlit yvir, hvussu nógv er eftir at liva fyri um mánaðin
- Um tit ikki hava lán ella børn saman, kunnu tit byrja við at hava eina felags Heildarkontu við føstum flytingum til rokningar. Tá tit deila køliskáp kann tað eisini vera eitt gott hugskot at hava eina kontu til matútreiðslurnar. Eru tit bæði kundar í Betri, kunnu vit bjóða tykkum hvør sítt kort til Nýtslukontuna. Best er, um tað er eitt Mastercard Debit. Tá kann kontan ikki fara í minus
- At hava eina uppsparing til óvæntaðar útreiðslur og feriur er nógv vert. Um tit hava ráð, er eisini gott at spara upp til størri íløgur sum t.d. til bil ella hús
- Kannið, um tit eru nóg væl tryggaði. Vit hjálpa fegin við øllum spurningum í hesum sambandi
- Hava tit sama banka, kann tað vera ein fyrimunur fyri samlaða yvirlitið at hava sama ráðgeva.
Soleiðis kann ein fíggjarætlan síggja út
Kári og Heidi eru bæði undir útbúgving. Kári er í læru sum timburmaður, og Heidi lesur á Setrinum. Saman leiga tey eina íbúð. Nú, tá inntøkan er so avmarkað, hava tey avgjørt at stovna eina Heildarkontu til fastar útreiðslur og eina Innlánskontu til mat fyri at hava betri skil á fíggjarviðurskiftunum. Afturat hesum hevur Heidi valt at arbeiða á eini matstovu.
Sjálvt um tey ikki hava so nógvar pengar, vilja tey leggja eitt sindur av pengum til síðis hvønn mánað til óvantaðar útreiðslur, ferðing o.a.
Tey hava tí valt at seta 1000 krónur inn á eina Uppsparingarkontu um mánaðin. Alt ger mun og um summarið, tá Heidi hevur møguleika at arbeiða meira enn vanligt, setir hon enn meira inn á uppsparingina.
Afturat hesum hava Heidi og Kári valt at flyta 1000 krónur um mánaðin inn á eina Bústaðarkontu fyri at spara upp til egnan bústað.
Tá fastar útreiðslur, matur, uppsparing og annað er goldið, hava Kári og Heidi 3.980 kr. eftir at liva fyri.
Netto inntøkur |
||
Kári | ||
Lærlingaløn | 8.449 kr. | |
Heidi | ||
Studningur | 4.471 kr. | |
Lestrarstarv | 3.000 kr. | |
Í alt | 15.920 kr. | |
Fastar útreiðslur/Heildarkonta | ||
Leiga | 6.000 kr. |
|
Internet |
500 kr. |
|
Tlf. |
400 kr. |
|
Trygging |
200 kr. |
|
Ymiskt annað |
300 kr. |
|
Havnar Handverkarafelag |
40 kr. |
|
Í alt |
7.440 kr. |
|
Innlánskontu til mat |
2500 kr. |
|
Bústaðarkonta |
1000 kr. |
|
Uppsparingarkonta |
1000 kr. |
|
Eftir, tá alt er goldið |
3.980 kr. |
Latið okkum hoyrast
Okkara endamál er at veita tær ráðgeving, sum hjálpir tær at hava eina haldgóða fíggjarstøðu. Tín ráðgevi er til reiðar, uttan mun til um talan er um lán til bústað ella hjálp til, hvussu tú kanst fáa pengarnar at røkka.