Ein app til lummapengar

Young Money er ein app til børn, har tú sum foreldur kanst hjálpa tínum barni at fáa góðar pengavanar, og har barnið kann læra um týdningin av at spara saman.

Við appini lærir barnið at skipa sína penganýtslu og seta mál fyri uppsparing á ein stuttligan og tryggan hátt. 

Barnið kann fylgja við nýtsluni, seta sær mál og fáa uppgávur frá foreldrum, sum gevur teimum eina fatan av, hvat virði pengar hava. Appin kann stuðla tykkum í prátinum við barnið um góðar pengavanar og týdningin av at spara saman. 

Les meira um Young Money her.

Við appini kann barnið

  • Fylgja við saldu og nýtslu
  • Senda foreldrum umbøn um pengar
  • Fáa talgildar pengagávur frá foreldrum
  • Stovna og fylgja málum um uppsparing
  • Fáa húsligar uppgávur sum liður í avtalu um lummapening
  • Flyta foreldrum pengar

Við appini kunnu foreldur

  • Fylgja við nýtslu og uppsparing hjá barninum
  • Flyta barninum pengar
  • Stovna húsligar uppgávur til barnið og gera fastar avtalur um lummapengar
  • Flyta talgildar pengagávur
  • Móttaka pengar frá barninum

Bílegg Young Money