
Bank Connect
Beinleiðis samband millum tína bókhaldsskipan og Netbankan
Hvat er Bank Connect?
Bank Connect er ein snild skipan, sum sjálvvirkin kann gera flytingar og bókingar millum tína bókhaldsskipan og Netbankan.
Tað merkir, at tær nýtist ikki at fara inn á Netbankan fyri at gjalda rokningar, síggja bókingar ella fáa eitt kontoyvirlit. Hetta fer alt fram í tínari bókhaldsskipan.
Soleiðis kemur tú í gongd við
Bank Connect
Niðanfyri kanst tú melda teg til Bank Connect. Fyll út frymilin, so seta vit okkum í samband við teg skjótast gjørligt. Kostnaðir síggjast her.