Kanna hvussu rentuhækkingarnar ávirka tína fíggjarstøðu
1. desembur hækkar útlánsrentan við upp til 0,25% stigum, og innlánsrentan hækkar við upp til 0,5% stigum.
Um tú hevur eitt lán merkir tað, at títt mánaðarliga lánsgjald hækkar. Um tú hevur eina uppsparing merkir tað, at tú fært hægri rentu fyri innistandandi peningin.
Trýst á lánið á Netbankanum, so sært tú hvussu nógv mánaðarliga lánsgjaldið hjá tær hækkar.
Tú ert vælkomin at skriva til tín ráðgeva á Netbankanum fyri at fáa greiðu á, hvussu hetta ávirkar tína fíggjarstøðu.