Bassafestivalurin

12.juli í Sandavági klokkan 17 - 19. Alt er ókeypis.

Kom við á Bassafestival í Sandavági, fríggjadagin 12. juli frá klokkan 17 til 19.

Á Bassafestivalinum fara vit at hugna okkum saman og fáa vitjan av Trøllapætur og ommuni, og Barnakórið í Libanon og Saron syngja.

Øll børn fáa ein pakka frá Bassa við onkrum lekkrum í og billettir til hoppiborg, hestakaret, kanotúr og fiskibrunn. 

Alt er ókeypis og øll eru hjartaliga vælkomin.