Børn
Vit vilja hjálpa tær at geva barninum eina góða fíggjarliga byrjan. Her á síðuni fært tú yvirlit yvir kontur, kort og annað, sum vit bjóða tykkum.
Ungur nemur, gamal fremur
Tað, vit læra sum børn og ung, taka vit vanliga við okkum inn í vaksnamannalívið. Tí er umráðandi at byrja tíðliga at læra um pengar og um, hvussu týðandi tað er at spara upp og handfara pengar ábyrgdarfult. Tá geva vit børnunum góðar fortreytir fyri at duga væl at umsita pengar.
Góð ráð um uppsparing
- Set eina upphædd inn á uppsparingarkontu um mánaðin. So hevur barnið eitt gott íkast til framtíðar dreymar.
- Lær barnið at spara upp og at brúka pengar á skilagóðan hátt - til dømis við at geva barninum lummapengar
Fyrsta gjaldskortið
Frá 7 ára aldri ber til at fáa eitt Mastercard Debit. Einasta kravið er ein játtan frá foreldrum ella verja. Um tit koma inn á eina av okkara deildum, fær barnið ein kulan Puma ryggsekk frá okkum, tá kortið verður bílagt.
Ein fyrimunur við Mastercard Debit kortinum er, at upphæddin, sum verður brúkt, verður afturhildin beinanvegin, og tí er lætt at hava yvirlit yvir, hvussu nógv er eftir á kontuni at brúka.
Mastercard Debit kann brúkast í handlum, á netinum og í sjálvtøkum kring allan heim
Les meira um brúkarareglur
Les meira um reglugerð fyri mynd á títt gjaldskort
Góð ráð um børn og gjaldskort
- Tosa við barnið um, at kotan er loynilig, og goym hana væl.
- Minst til, at kontan, sum er knýtt at kortinum er ein Nýtslukonta. Tí er skilagott at spara upp á aðrari kontu.
- Fylg við nýtsluni hjá barninum á tínum netbanka.
- Lær barnið um nýtslu. Set orð á, hvar peningurin kemur frá, og hvat hann skal brúkast til.
Latið okkum hoyrast
Okkara endamál er at veita tær ráðgeving, sum hjálpir tær at hava eina haldgóða fíggjarstøðu. Tín ráðgevi er til reiðar, uttan mun til um talan er um lán til bústað ella hjálp til, hvussu tú kanst fáa pengarnar at røkka.