Rinda við Fitbit Pay-urinum
Hevur tú eitt Fitbit Pay-ur, kanst tú brúka tað á sama hátt sum kontaktleys gjaldskort at gjalda við í handlum, á netinum og í appum. Les meira um hetta á síðuni her og um, hvussu tú bert teg at.
Rinda trygt og lætt við Fitbit Pay
Við Fitbit Pay kanst tú lata mappuna og enntá telefonina liggja eftir heima. Tú rindar við urinum á sama hátt, sum tú rindar við nándgjaldi. Tú kanst nýta Fitbit Pay á øllum støðum, sum skelta við hesi ímynd.
Tak niður frá Apple Store:
Tak niður frá Google Play store:
Latið okkum hoyrast
Okkara endmál er at veita tær ráðgeving, sum hjálpir tær at hava eina haldgóða fíggjarstøðu. Tín ráðgevi er til reiðar, uttan mun til um talan er um lán til bústað ella hjálp til, hvussu tú kanst fáa pengarnar at røkka.