Dagfør tíni kundaviðurskifti
Er nakað broytt?
Hevur tú skift starv, eftirnavn ella eru aðrar broytingar hendar í tíni fíggjarstøðu?
Tá er neyðugt, at tú boðar okkum frá hesum broytingum.
Betri Banki er, eins og aðrir peningastovnar, fevndur av hvítvasklógini, sum áleggur bankum at kenna sínar kundar og at fyribyrgja og basa fíggjarligum brotsverkum. Fyri at verja tín kundasamleika og fyribyrgja misnýtslu av tínum kontum, hevur bankin javnan tørv á at dagføra upplýsingar um tíni kundaviðskifti.
Dagfør kundaviðurskifti |
Dagfør upplýsingar um løn, flytingar o.a. |
Dagfør títt samleikaprógv |
Viðfest skjøl |
Latið okkum hoyrast
Okkara endmál er at veita tær ráðgeving, sum hjálpir tær at hava eina haldgóða fíggjarstøðu. Tín ráðgevi er til reiðar, uttan mun til um talan er um lán til bústað ella hjálp til, hvussu tú kanst fáa pengarnar at røkka.