Børn

Vit hjálpa tær at geva barninum eina góða fíggjarliga byrjan. Her á síðuni fært tú yvirlit yvir kontur, kort og annað, sum Betri Banki bjóðar tínum barni.

Ungur nemur, gamal fremur

Tað, vit læra sum børn og ung, taka vit vanliga við okkum inn í vaksnamannalívið. Tí er umráðandi at byrja tíðliga at læra um pengar og um, hvussu týðandi tað er at spara upp og handfara pengar ábyrgdarfult. Tá geva vit børnunum góðar fortreytir fyri at duga væl at umsita pengar.

Góð ráð um uppsparing

  1. Set eina upphædd inn á uppsparingarkontu um mánaðin. So hevur barnið eitt gott íkast til framtíðar dreymar. 
  2. Lær barnið at spara upp og at brúka pengar á skilagóðan hátt - til dømis við at geva barninum lummapengar.

Bassakonta er fyrsta stigið

Bassakontan er fyrsta kontan, sum børn vanliga fáa í Betri Banka. Hon er ætlað børnum í aldursbólkinum 0 til 18 ár, er ókeypis at stovna og hevur góða rentu í mun til aðrar kontur. Øll børn, sum fáa hesa uppsparingarkontu, fáa 500 krónur í gávu og eina fitta Bassa sparibússu, tá kontan verður stovnað. Tað eru bara foreldur ella verjar, sum kunnu stovna barninum eina Bassakontu. 

Inngjald

Við Bassakontuni kunnu foreldur, ommur og abbar og familja annars spara upp til framtíðina hjá barninum. Óansæð, um tú ynskir at seta pengar inn á kontuna av og á, ella til dømis heldur vilt stovna eina fasta flyting inn á Bassakontuna hjá barninum, hjálpa vit tær fegin við tí. Tað ber eisini til at gera hetta í Netbankanum.

Útgjald

Bassakontan er bundin, til barnið er fylt 18 ár. Eftir hetta ber til at útgjalda peningin, ella halda fram við uppsparingini á eini Uppsparingarkontu.

Stovna Bassakontu

Fyrsta gjaldskortið

Frá 10 ára aldri ber til at fáa gjaldskort úr Betri Banka. Einasta kravið er ein játtan frá foreldrum ella verja. Um tit koma inn á eina av okkara deildum, fær barnið ein kulan Puma ryggsekk frá okkum.

Talan er um eitt Mastercard Debit gjaldskort. Ein fyrimunur við kortinum er, at upphæddin, sum verður brúkt, verður afturhildin beinanvegin, og tí er lætt at hava yvirlit yvir, hvussu nógv er eftir á kontuni at brúka.

Mastercard Debit kann brúkast í handlum, á netinum og í sjálvtøkum kring allan heim

Les meira um brúkarareglur

Les meira um reglugerð fyri mynd á títt gjaldskort

Stovna Masterkort Debit

Góð ráð um børn og gjaldskort

  • Lær barnið at brúka kortið á tryggan hátt
  • Tosa við barnið um, at kotan er loynilig
  • Hjálp barninum at goyma kotuna
  • Minst til, at kontan við kortinum er ein Nýtslukonta. Tí er skilagott at spara upp á aðrari kontu. 
  • Fylg við nýtsluni hjá barninum umvegis Netbankan
  • Lær barnið um peninganýtslu. Set orð á, hvar peningurin kemur frá, og hvat hann skal brúkast til.

Gott yvirlit við Lummanum

Tá barnið hevur fingið sítt fyrsta gjaldskort, hevur tað enn størri týdning, at tað er skjótt og ómakaleyst at fáa yvirlit yvir nýtslu og innistandandi. Hetta kann Lummin hjálpa við. 

Lummin er ein app til 10 ára gomul børn og eldri, sum gevur barninum greitt yvirlit yvir sínar kontur, peninganýtslu og uppsparing. 

Appin hevur avmarkingar, sum gera, at tað ikki ber til at flyta pening við appini. Ynskir barnið at fáa sítt persónliga eyðkeynni á appina, kunnu bakgrundsmynd og vangamynd skiftast út. 

Tað er skjótt og ómakaleyst at stovna Lumman. Eitt foreldur ritar inn við sínum Samleika á Lumma appini á telefonini hjá barninum. Síðani velur barni eina kotu, sum frameftir skal nýtast at rita inn við.

Vit hava gjørt eina vegleiðing, so tú sært hvussu tit koma ígongd at brúka Lumman her

Vónin er, at Lummin kann vera ein hjálp hjá børnum og vaksnum at tosa um pengar og soleiðis tryggja sunnar fíggjarligar vanar.

Les persónsdatapolitikkin um Lumman her.

Stovna Lumman

Lumma appin

Um Bassa

Bassi er ein fittur pingvinur, sum er góður við øll børn. Bassi gevur børnunum 500 krónur í gávu og eina fitta sparibússu, tá Bassakontan verður stovnað.

Áðrenn føðingardagin hjá barninum, eru tit vælkomin í bankan eftir innbjóðingarkortum frá Bassa. Kemur tú inn við føðingardagspengunum aftaná føðingardagin, ella hevur tú fasta flyting á Bassakontu, fært tú somuleiðis eina gávu frá Bassa. 

Her kanst tú bíleggja ymiskt lærandi tilfar frá Bassa, sum millum annað barnagarðar, skúlar og onnur kunnu brúka. Bílegg her.

Børn

Lita við Bassa

Her kanst tú heinta og skriva út myndir við Bassa, klárar hjá tær at lita.

Tú kanst eisini skriva út tímatalvu, ættartræ, og eitt ark til vinir tínar at skriva á. 

Dugir tú bókstavaraðið og kennir tú hesi fløggini?    

Rokna saman við Bassa

Foreldur børn

Latið okkum hoyrast

Okkara endmál er at veita tær ráðgeving, sum hjálpir tær at hava eina haldgóða fíggjarstøðu. Tín ráðgevi er til reiðar, uttan mun til um talan er um lán til bústað ella hjálp til, hvussu tú kanst fáa pengarnar at røkka.