18 ár – Hvat nú?

Tá tú fyllir 18 ár broytist nógv. Ein tann størsta broytingin er, at tú nú ert myndig/ur. Hetta letur fleiri nýggjar hurðar upp. Sum kundi hjá Ungdómsdeildini í Betri Banka merkir tað eisini, at tú fært fleiri møguleikar, sum tú kanst lesa meira um her á síðuni.

Títt fyrsta bankaprát 

Tá tú sum 18 ára gamal hevur fingið fíggjarligan avgerðarrætt, fært tú størri fíggjarligt frælsi og eisini størri ábyrgd. Nú er tað tú - og bara tú, sum hevur ábyrgd av teimum avgerðum, tú tekur. Tí er tín 18 ára føðingardagur eisini eitt fínt høvi til at fáa sær góðar pengavanar, so at tú altíð hevur yvirlit yvir tína fíggjarstøðu og minnist til at brúka teir møguleikar, sum vit bjóða tær.

Tey næstu 5-10 árini eru hendingarík. Tú flytir møguliga heimanífrá, byrjar at lesa ella læra og fært møguliga eisini tína egnu familju. Nógvar av teimum stóru broytingunum í tínum lívi eru onkursvegna tengdar at tínum fíggjarlívi. Fyri at fáa sum mest burtur úr tíni inntøku hesa tíðina, loysir tað seg væl at hava okkum við á síðulinjuni. Tá syrgja vit í felag fyri, at tíni fíggjarviðurskifti eru gearaði til hesar broytingar.

Góð ráð um uppsparing

  1. Lær teg at spara upp og at brúka pengar á skilagóðan hátt- til dømis við at gera eina Fíggjarætlan saman við tínum Ungdómsráðgeva. 
  2. Set eina fasta upphædd inn á uppsparingarkontu um mánaðin. So hevur tú eitt gott íkast, tá tú skalt keypa nýggja teldu, súkklu ella bil. Sjálvt smáar upphæddir gera stóran mun. 

Soleiðis kann ein fíggjarætlan síggja út

Mikkjal er 19 ára gamal og gongur á miðnámi. Harumframt arbeiðir hann nakrar tímar um vikuna á einari bensinstøð. Lønin er ikki altíð tann sama av tí, at Mikkjal ikki altíð arbeiðir líka nógv hvønn mánaða. Hann býr heima hjá foreldrunum og sleppur at lána bilin hjá teimum. 

Mikkjal vil gjarna eiga sín egna bil. Tí hevur hann sett sær sum mál at spara upp, so hann kann keypa ein bil innan tvey ár.  

Útreiðslurnar eru ikki nógvar, av tí, at hann býr heima, men hann hevur eitt hald til eina venjingarmiðstøð og Spotify. Tá ið Mikkjal var 18 ár teknaði hann sær eina Ungdómsvanlukkutrygging. Hann setur 50 krónur til síðis á Uppsparingarkontuna hvønn mánaða, so er tað lættari, tá rokningin skal gjaldast í januar. Harumframt raðfestir hann at seta meira inn á Uppsparingarkontuna, tá hann fær meira í løn.   

Fíggjarætlanin hevur givið Mikkjali yvirlit yvir inntøkur og útreiðslur, og hann veit akkurát hvussu nógv hann kann keypa fyri í kantinuni í skúlanum og aðrastaðni.

Inntøka

   Studningur 1.910 kr.
   Løn 2.500 kr.
Í alt 4.410 kr.
 
Fastar útreiðslur
   Venjingarmiðstøð   280 kr.
   Spotify
  99 kr.
   Ungdómsvanlukkutrygging
  50 kr.
   Uppsparing
  2.500 kr.
Í alt
  2.929 kr.
     
Eftir, tá alt er goldið
  1.481 kr.

Ger fíggjarætlan

Bústaðarkontan 

Tú skalt sum meginreglu hava 10% í eginfígging, tá tú tekur lán til at keypa ein bústað. Fyrireika teg í góðari tíð og byrja at spara upp beinanvegin. Sjálvt smærri upphæddir gera stóran mun. 

Við eini Bústaðarkontu kanst tú spara upp til tín fyrsta bústað við eini hægri rentu. 
Tú fært samstundis 1.000 krónur á kontuna, tá tú stovnar eina Bústaðarkontu.

Stovna Bústaðarkontu

Ungdómsvanlukkutrygging

Vanlukkutryggingar fevna um flestu vanlukkur, skaðar og óhapp, ið tú kanst koma út fyri, eitt nú tannskaða. Ert tú heimabúgvandi og undir 21 ár, ert tú fevndur av ferða- og innbúgvstryggingini hjá foreldrunum.

Eftirløn

Sambært føroyskari lóggávu skulu øll spara saman til eftirløn. Í Betri Banka hevur tú frælsi at velja, hvar tín uppsparing skal standa. Í høvuðsheitum hevur tú tríggjar møguleikar:

  • Markets í Betri Banka røkir tína uppsparing fyri teg
  • Betri Pensjón røkir tína uppsparing fyri teg
  • Tú røkir tína uppsparing

Les meira um eftirløn og tryggingar

18 ára føðingardagsheilsan

At ringja til bankan er neyvan tað fyrsta, tú hugsar um, tá tú fyllir 18 ár. Tí senda vit tær eitt føðingardagskort á tínum 18 ára føðingardegi, har vit nýta høvi at bjóða tær inn til títt fyrsta prát við tín Ungdómsráðgeva. Tá tú kemur inn til prátið, hittir tú tín Ungdómsráðgeva, og tit práta eitt sindur um teg, títt lív og tínar framtíðardreymar. Í felag seta tit orð á tín fíggjartørv og seta saman tær tænastur í okkara Ungdómspakka, ið hóska best til tín.

Latið okkum hoyrast

Okkara endamál er at veita tær ráðgeving, sum hjálpir tær at hava eina haldgóða fíggjarstøðu. Tín ráðgevi er til reiðar, uttan mun til um talan er um lán til bústað ella hjálp til, hvussu tú kanst fáa pengarnar at røkka.