Leita tankarnir heim til Føroya at seta búgv?

Ella ætlar tú at fáa tær eitt lestrarstarv meðan tú lesur? Kom so við í Føroyahúsið mikudagin 19. februar klokkan 19.

MFS og Betri Banki skipa fyri einum kunnandi tiltaki í Føroyahúsinum, har tú fært góð ráð til at søkja starv, kunning um skattaviðurskifti í Danmark, góð ráð ísv. at seta búgv fyrstu ferð, umframt áhugaverda vitan bústaðar- og arbeiðsmarknaðin í Føroyum. 

Á skránni verður

  1. Beinta Wilhelm, starvsfólkaleiðari í Betri Banka, gevur tær góð ráð til at skriva CV og umsókn til at søkja starv. Harumframt gevur hon tær íblástur og amboð til, hvussu tú kanst finna teg til rættis á arbeiðsmarknaðinum í einum starvi ella lestrarstarvi, sum tú trívist í.

  2. Bjørg Svartá og Ingrid Jensen frá Ráðgevingini fyri føroyingar í Danmark, greiða frá um skattaviðurskifti, og hvussu tú skalt gera skattin upp í Danmark, tá tú hevur eitt lestrarstarv. 

  3. Eyð Godtfred, ráðgevi í Betri Banka, gevur góð ráð til, hvussu tú røkkur dreyminum um at ogna tær tín fyrsta bústað, og hava eina góða fíggjarstøðu í lestrartíðini.

  4. Tróndur Jensen, sølumaður hjá Betri Heimi, greiðir frá um bústaðarmarknaðurin í Føroyum, og gevur góð ráð til tín, sum skalt seta búgv fyri fyrstu ferð.

  5. Alvi Hjelm, ráðgevi í Vinnuhúsinum, greiðir frá um arbeiðsmarknaðinum í Føroyum.

Eftir tiltakið bjóðar Betri Banki ábit, og Anton Liljudal spælir nøkur løg.

Øll sum luttaka fáa ein goodiebag, og eru eisini við í lutakastinum um eitt gávukort á 2.000 krónur frá Atlantic Airways.

  1. Føroyahúsið
  2. Mikudagin 19.  februar klokkan 19. 
  3. Tiltakið er ókeypis, men tað er avmarkað pláss, og tí er neyðugt at melda teg til.

Fyll út teigarnar og melda til.

Latið okkum hoyrast

Okkara endamál er at veita tær ráðgeving, sum hjálpir tær at hava eina haldgóða fíggjarstøðu. Tín ráðgevi er til reiðar, uttan mun til um talan er um lán til bústað ella hjálp til, hvussu tú kanst fáa pengarnar at røkka.