
Sólorkutiltak - fullteknað
Umhugsar tú at fáa tær sólorkuverk? Kom til eitt áhugavert tiltak, har vit seta fokus á lógarkarmar, tekniskar treytir, royndir og møguleikar við sólorkuverkum í Føroyum.
Tiltakið verður fríggjadagin 13. mars frá klokkan 14 til 15:30, á Tannlæknamiðstøðini á Óðinshædd 1 í Havn, sum var fyrsti stóri bygningur í Føroyum at fáa sólorku- og jarðhitaskipan.
Skráin fyri tiltakið:
- Eirikur Hofgaard greiðir frá, hví tey fingu sær sólorku- og jarðhitaskipan á Tannlæknamiðstøðini, og hvat tey hava fingið burturúr.
- Palli Petersen, Umhvørvisstovan, greiðir frá um sólorku, hvussu tað virkar og regulatorisku karmarnar
- Eyðna Joensen, SEV, greiðir frá tekniskum krøvum við sólorkuverki og prísskipanina
- Sjúrður Ferjá, orkuverkfrøðingur hjá Hiddenfjord, greiðir frá, hví Hiddenfjord hevur gjørt stórar íløgur í sólorkuskipanir, og hvat tey hava fingið burturúr.
- Sjúrður Poulsen, deildarleiðari í Betri Banka, kemur at vísa sólorkuroknarin hjá Betri Banka, og geva góð ráð til at koma ígongd.
Kom á eitt áhugavert og upplýsandi tiltak um sólorkuverk, og fá eitt greiðari yvirlit og ítøkilig amboð til at meta um, um sólorka er rætta íløgan fyri teg.
