Bygging

Skalt tú byggja ella umvæla bústaðin?

Vit bjóða lán við góðum treytum og rentum. 

Til tín, sum skalt byggja

Nógv er at hugsa um, tá tak skal fáast yvir høvdið. 

Vit ynskja at hjálpa tær at koma best møguligt ígjøgnum byggingina.

Tí hava vit savnað okkara bestu ráð til tín, og gjørt eitt yvirlit, sum hjálpir tær at halda skil á útreiðslunum.  

Les meira

Størri, grønari ella nýggjan bústað?

Ætlar tú at fremja broytingar í verandi bústaði? Húsið er møguliga vorðið ov trongt til familjuna, orkuútreiðslurnar ov høgar, ella tú ynskir kanska at byggja tín egna dreymabústað. Fyrireika teg í góðari tíð frammanundan saman við tínum ráðgeva. Tá veist tú, at fíggingin er uppá pláss bæði áðrenn, undir og aftaná byggingina ella umvælingina. 

Orkulán 

Við Orkuláni úr Betri Banka, sum hevur lægri rentu enn onnur lán til bústaðin, hevur tú møguleika at gera umbyggingar og betringar í bústaðnum. Orkuumvæling er ein lønandi íløga og ein íløga, ið virðisøkir ognina. Tað er tí ikki bara gott fyri umhvørvið, men eisini fyri virðið á bygninginum, fyri brúkaran, sum fær sunnari og betri inniluft og trivnað og ikki minst fyri framtíðar orkuútreiðslurnar hjá húsarhaldinum.

Orkulán kann veitast til at:

  • skifta tak ella vindeygu
  • bjálva ella klæða húsini av nýggjum
  • skifta til varandi orkuskipan
  • gera orkusparandi umbyggingar

Við Orkuláninum kanst tú læna millum 30.000 og 500.000 krónur til orkuumvælingar. Upp í 80 prosent av keypsvirðinum kann fíggjast við Orkuláninum. Lánið hevur broytiliga rentu og eina afturgjaldstíð upp í 30 ár. 

Sí kostnaðin fyri at stovna Orkulán her 

Lán til grundstykki

Tá tú ætlar tær undir at byggja sethús, skalt tú fyrst hava jørð ella grundstykki at byggja á. Tað er fyrsta stigið í verkætlanini. Lán til grundstykki úr Betri Banka hevur broytiliga rentu og eina afturgjaldstíð á í mesta lagi 10 ár. 

Sum við øllum øðrum lánum eru tíni fíggjarviðurskifti, so sum eginpeningur, samlað skuld, gjaldsvilji og –evni avgerandi viðurskifti, tá vit viðgera tína umsókn um lán. 

Vanlig treyt er, at tú í minsta lagi hevur 10 prosent í eginpeningi fyri at fáa lán til grundstykki. Jú størri eginfíggingin er, jú bíligari verður lánið. Tað ber eitt nú til at spara saman til framtíðar bústaðin við eini Bústaðarkontu, sum hevur høga grundrentu og eykarentu.  

Er tað fyrstu ferð, tú skalt byggja ella umvæla bústaðin, er tað gott at fáa góða ráðgeving um tínir møguleikar.

Bygging

Byggilán

Við Byggiláni úr Betri Banka, sum er eitt lán við broytiligari rentu, fært tú lagaliga og kappingarføra fígging til bygging av framtíðarbústaðnum. 

Byggilán er til tín, sum ætlar undir nýbygging, umbygging ella uppíbygging. Lánið virkar sum ein kassakredittur, sum heldur fram so leingi, byggingin er í gongd. Tá liðugt er at byggja, verður kassakreditturin umlagdur til eitt lán við afturgjaldstíð. Tú sparir tískil pening við Byggiláni, í mun til at taka endaligt lán beinanvegin.

Práta við okkum um tínar byggiætlanir. So kunnu vit ráðgeva um tíni fíggjarviðurskifti, áðrenn hakin verður settur í og líka til flutt verður inn í dreymabústaðin. 

Tekningar, byggiloyvi og frágreiðing um byggingina eru neyðug skjøl at hava, tá vit viðgera umsóknir um Byggilán. Upprunaliga skeytið er somuleiðis eitt týðandi skjal í sambandi við bygging ella keyp. Tað staðfestir, hvør ánarin er, og hvør kann byggja á ognini. Eisini sigur skeytið, um treytir fylgja við. 

Sí kostnaðin fyri at stovna Byggilán her

Byggja

Latið okkum hoyrast

Okkara endmál er at veita tær ráðgeving, sum hjálpir tær at hava eina haldgóða fíggjarstøðu. Tín ráðgevi er til reiðar, uttan mun til um talan er um lán til bústað ella hjálp til, hvussu tú kanst fáa pengarnar at røkka.