Umboðsráðið er farið til verka
Eftir umboðsráðsvalið í september hevur umboðsráðið hjá Ognarfelag Tryggingartakaranna skipað seg við Jóngerð M. Nielsen sum forkvinnu og Olafi í Garði Joensen sum næstformanni.
Pauli Klakkstein, Dávur R. Petersen og Urd Potts vórðu vald í tilráðingarbólkin, sum ger tilmæli til umboðsráðið um val av nevndarlimum. Bólkurin hevur skipað seg við Paula Klakkstein sum formanni.
Umboðsráðslimirnir Karl Leonsson og Rúna í Skála vórðu vald í nevndina fyri Betri Stuðul. Har sita frammanundan tvey umboð úr nevndini í Betri P/F, Jens Johan Dam sum formaður og Mortan Simonsen sum nevndarlimur.
