Umboðsráðið
Betri er eitt felag, vit eiga í felag, og tryggingartakarar í Betri Trygging hava rætt at stilla upp og velja til Umboðsráðið. Men hvat ger Umboðsráðið akkurát?

Uppgávur hjá Umboðsráðnum
Formligi leikluturin hjá Umboðsráðnum er:
- at skipa aðalfundir felagsins
- at velja nevnd (Ognarfelag Tryggingartakaranna)
- at góðkenna ársroknskapin
- at gera møguligar viðtøkubroytingar
Umboðsráðið hevur hesar heimildir og ábyrgd:
- at góðkenna grannskoðaðan ársroknskap
- taka avgerð um, hvussu avlop sbrt. roknskapinum, verður nýtt
- at gera av, um vinningsbýti verður útgoldið limunum
- at velja for- og næstforfólk í Umboðsráðnum
- at velja grannskoðara
- at velja nevnd
- at kalla til eykaaðalfundar – um minst trý fólk frá Umboðsráðnum ynskja tað
Harumframt kann Umboðsráðið halda fundir, sum m.a. viðgera:
- yvirskipað strategisk átøk
- eftirmeting av virksemi
- viðgera samfelagsábyrgdina (CSR-politikkin) hjá samtakinum
Kunning frá Umboðsráðnum

Umboðsráðið er farið til verka
Eftir umboðsráðsvalið í september hevur umboðsráðið hjá Ognarfelag Tryggingartakaranna skipað seg við Jóngerð M. Nielsen sum forkvinnu og Olafi í Garði Joensen sum næstformanni.

Ársroknskapurin hjá Betri-samtakinum 2025
Avlopið hjá Betri-samtakinum gjørdist 401 mió. kr. Góða úrslitið avspeglar gongdina hjá teimum trimum dótturfeløgunum, Betri Banka, Betri Trygging og Betri Pensjón, sigur Jens Johan Dam, nevndarformaður.

Boðað verður til ársaðalfundar í Ognarfelag Tryggingartakaranna fríggjadagin 10. apríl kl. 17.00 á Hotel Brandan
Dagsskrá 1. Frásøgn nevndarinnar um virki felagsins í farna roknskaparári 2. Framløga av grannskoðaðum ársroknskapi til góðkenningar

Nýggjur ognarpolitikkur
Umboðsráðið hevur nýliga orðað ein málrættaðan ognarpolitikk, sum setur kósina fyri framtíðar virksemi hjá felagnum.
Umboðsráðslimir
Andras Holm Arge
Andrias Nielsen
Annita á Fríðriksmørk
Arni Teindal
Benjamin Miné Midjord
Cecilia Nolsøe Sørensen
Dávur R. Petersen
Frankie Jensen
Guðrun Poulsen
Hallur Thomsen
Hanus Jákup E. Heinesen
Hildur Eyðunsdóttir
Høgni í Stórustovu
Ingun Háberg
Jens Johan Dam
Johann Behrens
Jóhannus Martin Olsen
Jóngerð M. Nielsen
Forkvinna
Jutta Helgadóttir
Karl Leonsson
Kim Hansen
Klæmint Klakk
Mortan Simonsen
Niels Olaf Eyvindsson
Olaf í Garði Joensen
Pauli Klakkstein
Rebekka H. Hansen
Robert Poulsen
Rógvi Thomsen
Rúna í Skála
Sólfríð Jacobsen
Súni í Hjøllum
Tóra við Keldu
Uni Danielsen
