Ognarpolitikkur
Ognarfelag Tryggingartakaranna er eitt trygt og virkið limafelag. Í felagnum eru umleið 23.000 limir, og eitt umboðsráð við 35 limum, umframt nevnd og stjórn.Umboðsráðið hevur orðað ein málrættaðan ognarpolitikk, sum setur kósina fyri framtíðar virksemið hjá felagnum.

Endamálið við ognarpolitikkinum er at lýsa meginreglurnar fyri, hvussu Limafelagið ber seg at sum eigari í mun til ognir sínar og setur orð á framtíðarkós felagsins.
Ognarpolitikkurin skal skapa opinleika og grundarlag fyri áliti.
Uppgávan er at tryggja ábyrgdarfullan ognarskap, tryggja kappingarføri og framtíðartryggja fíggjarstøðuna hjá Betri-samtakinum. Hetta til gagns fyri limirnar og fyri samfelagsmenningina í Føroyum.
Ognarpolitikkurin skal tryggja eina greiða kós fyri Betri-samtakið og skal veita vissu fyri, at tey strategisku, fíggjarligu og ikki-fíggjarligu áhugamálini hjá limunum verða røkt á bestan hátt.
Ognarpolitikkurin staðfestir Limafelagið sum langtíðareigara.
