Leita tankarnir heim til Føroya at seta búgv?

Ella ætlar tú at fáa tær eitt lestrarstarv meðan tú lesur? Kom so við í Føroyahúsið hósdagin 19. mars klokkan 18.

MFS og Betri Banki skipa fyri einum kunnandi tiltaki í Føroyahúsinum, har tú fært góð ráð til at søkja starv, kunning um skattaviðurskifti í Danmark, góð ráð ísv. at seta búgv fyrstu ferð, umframt áhugaverda vitan um bústaðar- og arbeiðsmarknaðin í Føroyum. 

Á skránni verður

  1. Beinta Wilhelm, starvsfólkaleiðari í Betri Bankagevur tær góð ráð til at skriva CV og umsókn til at søkja starv. Harumframt gevur hon tær íblástur og amboð til, hvussu tú kanst finna teg til rættis á arbeiðsmarknaðinum í einum starvi ella lestrarstarvi, sum tú trívist í.

  2. Bjørg Svartá og Ingrid Jensen frá Ráðgevingini fyri føroyingar í Danmarkgreiða frá um skattaviðurskifti, og hvussu tú skalt gera skattin upp í Danmark, tá tú hevur eitt lestrarstarv. 

  3. Hanna Castro, ráðgevi í Betri Bankagevur góð ráð til, hvussu tú hevur eina haldgóða fíggjarstøðu í lestrartíðini og røkkur dreyminum um at ogna tær tín fyrsta bústað.

  4. Høgni Waag, ognarmeklari hjá Betri Heimigreiðir frá um bústaðarmarknaðurin í Føroyum, og gevur góð ráð til tín, sum skalt seta búgv fyri fyrstu ferð.

  5. Niels Winther, stjóri Vinnuhúsinum, greiðir frá arbeiðsmarknaðinum í Føroyum.

Eftir tiltakið bjóðar Betri Banki ábit. 

Øll sum luttaka fáa ein goodiebag, og eru eisini við í lutakastinum um eitt gávukort á 2.000 krónur frá Atlantic Airways.

  1. Føroyahúsið
  2. Hósdagin 19.  mars klokkan 18
  3. Tiltakið er ókeypis, men tað er avmarkað pláss, og tí er neyðugt at melda teg til.

Vit vilja hava, at tú fært sum mest burturúr hesum kvøldinum. Tí vilja vit gjarna hava input frá tær. Fyll út teigarnar og melda til.

Latið okkum hoyrast

Okkara endamál er at veita tær ráðgeving, sum hjálpir tær at hava eina haldgóða fíggjarstøðu. Tín ráðgevi er til reiðar, uttan mun til um talan er um lán til bústað ella hjálp til, hvussu tú kanst fáa pengarnar at røkka.