5. element

Vit lækka renturnar

Í dag hevur Danski Tjóðbankin lækkað leiðandi rentuna við 0,25% stigum.

Hetta hevur við sær, at Betri Banki eisini lækkar renturnar.

Fyri privat- og vinnukundar lækka út- og innlánsrenturnar við upp til 0,25% stigum.

Broytingarnar koma í gildi 15. apríl 2025.

Tú kanst kunna teg um renturnar í Betri Banka á betri.fo/rentur