5. element

Starvslýsing: Starvsfólk til kundatænastuna

Dámar tær at veita framúr kundatænastu, og stórtrívist tú við at samskifta við kundar við einum smíli? So er tað møguliga tær, vit leita eftir.

 

Um starvið

Sum partur av kundatænastuni fært tú starvsfelagar, ið hava sum fremsta mál at hjálpa og vegleiða kundum á best møguligan hátt.

  

Kundatænastan er bankans rødd úteftir, og aðalmálið hjá okkum á kundatænastuni er at lurta eftir kundans tørvi. Vit eru rótfest í at veita eina framúr kundatænastu og at vera fyrikomandi. Vit liva fyri at veita okkara kundum eina framúr kundatænastu – hvørja ferð.

 

Tínar arbeiðsuppgávur verða millum annað

  • at vera nærverandi umvegis telefon
  • at hjálpa kundum við nettænastum, kortum og øðrum 
  • at renna skjótt, tá nógv er at gera
  • at koma við hugskotum til, hvussu vit kunnu gerast enn betri

 

Um teg 

Vit vænta, at tú trívist við at samskifta við kundar umvegis telefon og at geva teimum eitt stórt smíl umvegis telefonina, tá ið teir ringja til okkara. 

 

Tað er ikki krav, at tú hevur peningastovnsútbúgving, men tað er krav, at tú hevur hug og hegni at hjálpa kundum so væl sum gjørligt.

 

Tú dugir at vera greið/-ur, tá tú samskiftir við kundar, soleiðis at teir ikki ivast í, hvat tú sigur ella skrivar.

 

Tín vangamynd

Vit ímynda okkum,

  • at tær dámar at veita framúr kundatænastu
  • at tú ert opin og uppsøkjandi
  • at tú trívist í einum umhvørvi við høgari ferð
  • at tú ert vinarlig/-ur, fyrikomandi og ágrýtin
  • at tú hevur góð innlivingarevni.

Tað er harafturat ein fyrimunur, um tú hevur royndir innan kundatænastu.

 

Vit bjóða

  • eitt arbeiðspláss, sum gongur høgt upp í, at starvsfólkini hava tað gott
  • eitt arbeiðsumhvørvi, har tú hevur ávirkan á, hvussu vit í felag evna framtíðina 
  • óformligar starvsfelagar, ið hava tað stuttligt og raðfesta samanhald.

Send okkum eina umsókn, um tú ert áhugað/-ur í starvinum.

 

Starvið verður sett skjótast gjørligt, og lønin verður ásett sambært avtalu millum YTF og FAG. Talan er um eitt fulltíðarstarv.

 

Áhugað kunnu seta seg í samband við Boga R. Lydersen, leiðara á kundatænastuni, á tlf. 348 389 / brl@betri.fo, ella Beintu Wilhelm, HR-leiðara, á tlf. 348 224 

 

Skrivlig umsókn og CV skulu sendast til starv@betri.fo og vera okkum í hendi í seinasta lagi 29. februar 2024.