![5. element](/-/media/betri/images/banki/16x9-1600x900/5_element_bb_16-9.png?rev=8d205f116bb8453ba420d6b5fed565dc&mw=1600&hash=925553205C2A3EEB7048DC68DBC8F3A3)
Freistir fyri flytingar áðrenn flaggdagin
Í samband við flaggdagin 25. apríl, og dýrabiðidag 26. apil, ynskja vit at kunna um freistir fyri flytingar.
Hesar eru freistirnar, um flytingar skulu vera móttakaranum í hendi áðrenn flaggdagin.
- Lønarflyting: týsdagin 23. apríl klokkan 15:30
- Vanlig flyting til kontu í øðrum peningastovni: týsdagin 23. apríl klokkan 18:30*
- Flyting sama dag til kontu í øðrum peningastovni: mikudagin 24. apríl klokkan 11:45*
*Tað ber eisini til at gera eina skundflyting, sum ikki er tengd at heilidøgum. Tá er peningurin móttakaranum í hendi stutt eftir, at flytingin er framd.
Uttanlandsflytingar
Um ein uttanlandsflyting skal vera móttakaranum í hendi áðrenn flaggdagin skal tú avgreiða hesa á netbankanum, í seinasta lagi mikudagin 24. apríl klokkan 14.
Hava tit viðmerkingar ella spurningar, eru tit vælkomin at ringja til okkara á tel. 348 000 ella skriva á banki@betri.fo.