![Limakrónur](/-/media/betri/images/betri-holding/314398699_6353352461345940_373522237221624822_n.jpg?rev=b6294bbf5ddd4f72af1c8b64c9598966&mw=1600&hash=1596A54902C807FBE7A9FA1A346ED401)
30. november er seinasta freist at lata inn p-tal og kontonummar, um tú skalt hava lut í limakrónunum inniverandi ár.
Ì vár vóru 42. mió.kr. settar av til limakrónur. Flestu limirnir, sum hava rætt til limakrónur, hava fingið limkrónurnar útgoldnar. Tó manglar okkum p-tal og kontonummar hjá nøkrum limum.
Ynskir tú at fáa lut í limakrónunum, so vinarliga send okkum tínar upplýsingar.
Tú kanst kanna tínar upplýsingar á Mín Trygging: https://min.trygging.fo/