5. element

Betri Banki hækkar inn- og útlánsrenturnar

Higartil í ár hevur Danski Tjóðbankin hækkað rentuna í tveimum umførum við samanlagt 0,85%-stigum. Hetta verður gjørt fyri at tálma eftirspurninginum eftir vørum og tænastum og harvið minka um inflasjónina.

Rentuhækkingarnar hava við sær, at Betri Banki eisini hækkar inn- og útlánsrenturnar.

Fyri privat hækka renturnar soleiðis:

  • Innlánsrentur hækka við upp til 1%-stigum.
  • Útlánsrentur hækka við upp til 0,3 %-stigum.

Fyri vinnukundar hækka renturnar soleiðis:

  • Innlánsrentur hækka við upp til 0,75 %-stigum.
  • Útlánsrentur hækka við upp til 0,5%-stigum.

Broytingarnar koma í gildi tann 1. mai.

Tú kanst kunna teg um renturnar í Betri Banka á betri.fo/rentur.