Betri Trygging

Omanfyri 12.000 skaðar endurrindaðir í 2022

- Nú 2022 er gjørt upp, er greitt, at tað vóru væl fleiri skaðar, enn undanfarin ár. Skaðatalið bendir á, at virksemið í landinum hevur verið sera høgt seinasta árið, sigur Ingunn Eiriksdóttir, forstjóri í Betri Trygging, sum rindaði 225 milliónir kr. í skaðaendurgjøldum í 2022


Tíðindaskriv

- Vit høvdu bæði stormar, skriðjulop, skipbrot, aliskaðar og eldsbrunar, umframt sera nógvar ferðaskaðar og allar teir vanligu smáskaðarnar í fjør. Tá ið samanum kom, endurrindaði Betri Trygging kundunum 12.481 skaðar. Tað er yvir 2000 fleiri enn í 2021, og tað kostaði umleið 225 milliónir kr., staðfestir Ingunn Eiriksdóttir.
Samstundis, sum skaðarnir vóru nógvir, er íløgumarknaðurin framvegis óstøðugur, og inflatiónin heldur á at hækka.

- Men hóast alt er vorðið dýrari, og hóast skaðatalið er nógv hækkað, er solvensurin eisini hækkaður, og álitið á Betri Trygging er sera gott. Úrslitið fyri 2022 gjørdist eitt yvirskot á 10 milliónir kr. vísir forstjórin á.

Tryggingarvirksemið hevur gingið væl. Felagið fær støðugt fleiri kundar, og fólk tryggja seg sum heild væl. Aftur í ár fer Betri at luta kundunum burturav yvirskotinum. Við Limakrónunum fáa kundarnir 10% av tryggingargjaldinum, sum teir hava rindað inn, afturgoldið.

Nýggjar tænastur

Farna árið hevur Betri Trygging víðkað um virksemið, bæði við nýggjum tryggingum, nýggjum dekningum og nýggjum tænastum. Nógv er gjørt fyri at menna talgildu loysnina ”Mín Trygging”, har støðugt fleiri møguleikar leggjast afturat.

Tilboð við sálarligari kreppuhjálp fyltu nógv í fjør, og tænastan ”Betri Bati”, ið hjálpir tí skadda betri enn áður, er løgd afturat arbeiðsskaðatryggingini. Hartil er vanlukkutryggingin víðkað við fleiri tænastum.

- Tá ið tú leggur tænastur afturat dekningunum, verður tað dýrari í endurgjøldum. Men endamálið við tryggingini er júst at lofta, tá ið skaðin rakar, slær Ingunn Eiriksdóttir fast.
Nýggjasta tænastan hjá Betri Trygging er møguleikin at rinda tryggingarnar mánaðarliga. Tað gevur betri fíggjarligt rásarúm at rinda eina minni upphædd hvønn mánað, heldur enn at rinda fyri allar tryggingarnar í senn – til dømis fyri eitt heilt ár fram.

- Hetta er ein tænasta, ið hevur fingið sera stóra undirtøku, staðfestir Ingunn Eiriksdóttir.

Lyklatøl 2022 samanborið við 2021