Betri Banki framvegis SIFI stovnur í Føroyum
Fíggjareftirlitið hevur staðfest, at Betri Banki framvegis er ein SIFI stovnur í Føroyum, og verður sostatt mettur at vera ein týðandi peningastovnur fyri føroyska samfelagið.
Fíggjareftirlitið ger á hvørjum ári metingar av, hvørt teir peningastovnar, ið eru tilnevndir SIFI-peningastovnar (Systemically Important Financial Institution) í Føroyum, framhaldandi lúka ásettu krøvini.
Til ber at lesa frágreiðingina frá Fíggjareftirlitinum her.