![](/-/media/betri/images/trygging/16x9-1600x900/52490_betritrygging_kalendari_1600x900.jpg?rev=f265eac4423042e1887273ad764403c4&mw=1600&hash=B36A2D55B7F929A3D93483556BFFDD1B)
Rinda tryggingargjaldið mánaðarliga
Hjá Betri Trygging kanst tú nú býta tryggingargjaldið út á allar 12 mánaðirnar, heldur enn at rinda alt í einum fyri eitt ár fram. Við mánaðarligum gjaldi rindar tú væl minni hvørjaferð, og tryggingargjaldið verður lagt í eina fasta legu, sum ongantíð tekur teg á bóli.
Higartil hava flestu kundar okkara rindað tryggingar sínar eitt heilt ár fram í senn. Men nú alt dýrkar, kann eitt árligt tryggingargjald gerast ein stórur postur í fíggjarætlanini.
Tí fegnast vit um nýggju skipanina, ið kann javna tryggingarútreiðslurnar út yvir alt árið. Soleiðis fært tú betri yvirlit yvir tínar tryggingarútreiðslur – og harvið tíni fíggjarviðurskifti.
Tað einasta, sum krevst, er at hava eina ella fleiri tryggingar hjá Betri Trygging, umframt at vera meldað/ur til sjálvvirkandi gjaldstænastu.
Broyt til mánaðargjald á mín.trygging.fo – ella ring til okkara. Vit hjálpa tær fegin.
Broyt til mánaðargjald her
Les meira um mánaðargjald her