5. element

Freistir fyri flytingar 2023

Nú vit nærkast jólum og árslok, vilja vit kunna um freistir í samband við flytingar og lønarflytingar.

Hesar eru freistirnar, um flytingar skulu vera móttakaranum í hendi innan jól ella árslok:

Innan jól

Lønarflytingar: 

hósdagin 21. desembur kl. 16.00

Vanlig flyting millum peningastovnar: 

hósdagin 21. desembur kl. 18.30

Flyting sama dag millum peningastovnar: 

fríggjadagin 22. desembur kl. 11.00

Vanlig flyting í sama peningastovni: 

fríggjadagin 22. desembur kl. 18.30

Freist fyri skundflytingar veldst um, hvønn peningastovn tú flytir til. Tað er ymiskt fyri peningastovnarnar.

Vilt tú tryggja tær, at flytingin verður framd, er eitt gott hugskot at gera serliga skundflyting ella flyting sama dag, í seinasta lagi hósdagin 21. desembur, hóast freistin er fríggjadagin 22. desembur.

Innan árslok

Lønarflytingar: 

hósdagin 28. desembur kl. 16.00

Vanlig flyting millum peningastovnar:

hósdagin 28. desembur kl. 18.30

Flyting sama dag millum peningastovnar: 

fríggjadagin 29. desembur kl. 11.00

Vanlig flyting í sama peningastovni:

fríggjadagin 29. desembur kl. 18.30

Freist fyri skundflytingar veldst um, hvønn peningastovn tú flytir til. Tað er ymiskt fyri peningastovnarnar.

Vilt tú tryggja tær, at flytingin verður framd, er eitt gott hugskot at gera serliga skundflyting ella flyting sama dag, í seinasta lagi hósdagin 28. desembur, hóast freistin er fríggjadagin 29. desembur.

Uttanlandsflytingar:
Um flytingar til útlond skulu verða avgreiddar frá bankans síðu áðrenn árslok, mæla vit til, at tú avgreiðir uttanlandsflyting í Netbankanum, í seinasta lagi 
fríggjadagin 29. desembur, klokkan 12