Betri Trygging

Starvslýsing: Løgfrøðingur til Betri Trygging

 

Vit sóknast eftir einum nærlagdum og virkisfúsum løgfrøðingi til skaðaøkið á Betri Trygging. Dámar tær spennandi avbjóðingar? At vera í sambandi við nógv fólk og at veita góða ráðgeving?
So er tað møguliga tær, vit leita eftir.
Sum løgfrøðingur fært tú ein spennandi gerandisdag, har eingin arbeiðsdagur er eins. Tín uppgáva er at skapa tryggleika fyri okkara kundar, tá ið teir hava verið fyri einum óhappi ella skaða - at taka hond um kundan og veita bestu ráðgeving og tænastu.

Starvið:
Tú fert í høvuðsheitum at viðgera avbjóðandi og serligar skaðar, til dømis persónskaðar, ábyrgdarmál og vinnuligar skaðar. Hartil fert tú at samskifta og at samráðast við vinnukundar, sakførarar og stovnar av ymsum slagi.

Tær má dáma at fara í dýpdina við tíni vitan um løgfrøði fyri at finna loysnir. Tú verður ábyrgdarpersónur og fert at standa á odda fyri at menna skaðaøkið við tínari fakligari vitan.
Hartil verður tú partur av tvørgangandi løgfrøðisliga toyminum í Betri Trygging, har eitt nú nýggj hugskot kunnu búnast og avbjóðingar loysast. Her er sostatt góður møguleiki fyri vitanardeiling og sparring.

Á skaðaøkinum starvast 22 dugnalig starvsfólk, sum taka sær av at sýna skaðar og viðgera skaðafráboðanir frá bæði privatum og vinnuligum kundum. Árliga avgreiðir Betri Trygging umleið 13.000 skaðar.
Vit ynskja ein starvsfelaga, ið:
• Hevur løgfrøðiligt kandidatprógv (cand.jur.)
• Hevur viðkomandi arbeiðsroyndir
• Hevur áhuga fyri tryggingar- og endurgjaldsrætti
• Hevur áhuga fyri føroyskum vinnulívi og samfelagsviðurskiftum sum heild
• Dugir at arbeiða sjálvstøðugt og miðvíst
• Hevur góð samstarvsevni
• Dugir væl at samskifta bæði munnliga og skrivliga á føroyskum og donskum
• Hevur áræði at ganga nýggjar leiðir og slóða fyri
• Trívist, har tað til tíðir kann vera nógv at gera

Tú fært:
• Eitt gott og avbjóðandi starv við kappingarførari løn, góðum setanartreytum, sjálvstøðugum arbeiðsøki og góðum møguleikum fyri støðugari førleikamenning.
• Partvís møguleika fyri at byggja starvið upp og mynda tað frameftir.
• Dugnaligar starvsfelagar og eitt umhvørvi, har vit eru fryntlig, hjálpsom, rúmlig og ikki minst geva rúm fyri skemti í dagligdegnum.
• Starvsstað á Kongabrúnni við góðari kantinu og atgongd til vælumtókta fitnesshølið á staðnum.

Starvið verður sett skjótast gjørligt, men vit bíða fegin eftir rætta umsøkjaranum.

Samband:
Hevur hetta fangað tín áhuga, send okkum so eina umsókn við lívsrensli og avriti av prógvum til starv.trygging@betri.fo í seinasta lagi mikudagin 16. mars . kl. 12:00.
Hevur tú spurningar, kanst tú seta teg í samband við Anniku á Heygum, Skaðastjóra 34 86 99 / aah@betri.fo ella Rannvá Justinussen, HR-leiðara, á 34 85 75 / rju@betri.fo
Vit gleða okkum at frætta frá tær.