5. element

Betri Bústaðartøl

Bústaðarbyrðan veksur framvegis

Nýggjastu bústaðartølini hjá Betri Banka geva eina ábending um, at prísvøksturin heldur fram, tó ikki við somu ferð, sum vit hava sæð seinastu árini.

Miðal sethúsaprísurin í Tórshavn var 3,5 mió krónur í øðrum ársfjórðingi 2021. Miðalprísurin í Tórshavn er 7% hægri higartil í ár samanborið við miðalprísin í 2020.

Miðal sethúsaprísurin fyri Føroyar var 2,3 mió. krónur í øðrum ársfjóringi. Hetta er ein hækking á 17% higartil í ár, samanborið við í 2020.

Hóast lutfalsliga stóran vøkstur í sethúsaprísunum, lækkaðu prísirnir við 100.000 krónum í Tórshavn og 150.000 krónum í restina av landinum, frá fyrsta til annan ársfjórðing. Tað kann vera eitt tekin um, at prísvøksturin ikki fer at halda fram við somu ferð, sum vit hava sæð seinastu árini. Tó er mest sannlíkt, at orsøkin er, at sethúsasølurnar í øðrum ársfjóringi hava verið færri í tali og talan í fleiri førum hevur verið um eldri hús, sum vanliga hava lægri prísvirði enn nýggj.

Miðal sethúsaprísur

Bústaðarbyrðan er framvegis vaksandi. Hetta skyldast partvíst, at miðal inntøkan hjá føroyingum er lækkað eitt vet. Bústaðarbyrðan higartil í 2021 í Tórshavn og í Føroyum er ávikavíst 33% og 22%. Hetta svarar til ein vøkstur á ávikavíst 2 og 3 prosentstig samanborið við 2020.

Bústaðarbyrðan