Marknaðarkunning frá Betri Pensjón 3. ársfjórðing 2021
Triði ársfjórðingur 2021 var merktur av stórum kurssveiggjum.
Ársfjórðingurin byrjaði væl við rentuføllum og kurshækkingum á partabrævamarknaðinum. Men endin á ársfjórðinginum var so at siga øvugtur av byrjanini við rentuhækkingum og kursføllum.
Deltafyribrigdið gjørdi um seg hetta tíðarskeiðið og ávirkaði virðisbrævamarknaðirnar og alheims búskapirnar. Í londum, har nógv fólk eru koppsett, var ávirkanin avmarkað, tí sjálvt um smittutølini eru høg, fáa færri fólk álvarsamar sjúkugongdir.
Les meiri her: Marknaðarkunning frá Betri Pensjón 3/4 2021 by Betri - Issuu