5. element

Freistir fyri flytingar 2021

Nú vit nærkast jólum og árslok vilja vit kunna um nakrar freistir í samband við flytingar og lønarflytingar. Hesar eru freistirnar, sum skulu vera móttakaranum í hendi innan jól ella árslok:

Innan jól

Lønarflytingar: 

mikudagin 22. desember kl. 16.00

Vanlig flyting millum peningastovnar: 

mikudagin 22. desember kl. 18.30

Flyting sama dag millum peningastovnar: 

hósdagin 23. desember kl. 11.00

Vanlig flyting í sama peningastovni: 

hósdagin 23. desember kl. 18.30

Freist fyri skundflytingar veldst um, hvønn peningastovn tú flytir til. Tað er ymiskt fyri peningastovnarnar.

Vilt tú tryggja tær, at flytingin verður framd, er eitt gott hugskot at gera serliga skundflyting og flyting sama dag í seinasta lagi hósdagin 22. desember, hóast freistin er fríggjadagin 23. desember.

 

Innan árslok

Lønarflytingar: 

mikudagin 29. desember kl. 16.00

Vanlig flyting millum peningastovnar:

mikudagin 29. desember kl. 18.30

Flyting sama dag millum peningastovnar: 

hósdagin 30. desember kl. 11.00

Vanlig flyting í sama peningastovni:

hósdagin 30. desember kl. 18.30

Freist fyri skundflytingar veldst um, hvønn peningastovn tú flytir til. Tað er ymiskt fyri peningastovnarnar.

Vilt tú tryggja tær, at flytingin verður framd, er eitt gott hugskot at gera serliga skundflyting og flyting sama dag í seinasta lagi hósdagin 29. desember, hóast freistin er fríggjadagin 30. desember.

 

Hava tit viðmerkingar ella spurningar, eru tit vælkomin at ringja til okkara á tel. 348 000 ella skriva á banki@betri.fo.