5. element

Betri Bústaðartøl

Prísvøksturin á sethúsum heldur fram

Nýggjastu bústaðartølini hjá Betri Banka geva eina ábending um, at miðalprísurin á einum sethúsum í Føroyum heldur fram at vaksa. Tó, við minni ferð enn vit hava sæð seinastu árini.

Miðal sethúsaprísurin í Føroyum var 2,3 mió. krónur í triðja ársfjórðingi í ár. Sostatt eru sethús í miðal vorðin 16 prosent dýrari higartil í ár, samanborið við í fjør.

Í Tórshavn var miðalprísurin 3,6 mió. krónur í triðja ársfjórðingi, og í Eysturoynni 1,8 mió. krónur. Hetta er ein vøkstur á ávikavíst 9 og 20 prosent, samanborið við í fjør.

Miðalprísurin í Eysturoynni fall tó við 270.000 krónum frá annan til triðja ársfjórðing í ár. Havast skal í huga, at sølurnar ikki eru nógvar í tali, og tí kunnu einkultar sølur hava stóra ávirkan á miðalprísin.

Bústaðarbyrðan

Bústaðarbyrðan er framvegis vaksandi. Bústaðarbyrðan í Tórshavn er í løtuni 33 prosent, í Eysturoynni 19 prosent og í Føroyum 22 prosent. Hetta svarar til ein vøkstur uppá 3 prosentstig, samanborið við í fjør.

Bústaðarbyrðan lýsir hvussu stóran part av inntøkuni eftir skatt, eitt par skal brúka uppá at fíggja síni sethús.

Tølini hjá Betri Banka geva ikki nakra ábending um, at sethúsaprísirnir fara at lækka komandi tíðina.