5. element

Betri Banki hevur havt eftirlitsvitjan

Í september var Fíggjareftirlitið á vitjan hjá Betri Banka. Talan var um regluliga eftirlitsvitjan, har týðandi váðaøkir vórðu gjøgnumgingin. 

Í frágreiðingini frá vitjanini, kemur Fíggjareftirlitið við boðum til bankan um, hvussu ávís viðurskifti skulu skipast øðrvísi. Tá er serliga vert at leggja til merkis:

  • Á regluligu eftirlitsvitjanin í 2019 fekk bankin boð um at seta tiltøk í verk til tess at styrkja um raksturin. Fíggjareftirlitið staðfestir, at raksturin hjá bankanum er styrktur og liggur nú oman­fyri tað, sum aðrir líknandi bankar hava.
  • Fíggjareftirlitið gjøgnumgekk 115 útlán, svarandi til 21,6 % av samlaðu útlánunum. Ongar niðurskrivingar vórðu broyttar. Tó vórðu nøkur einstøk útlán váðamett lægri.
  • Bankin hevur eitt nú fingið boð um broytingar í samband við skrivliga kredittpolitikkin.
  • Fíggjareftirlitið metir, at uppgerðin av bankans solvenstørvið, pr. 30. juni 2021, á 10,4 % er nøktandi.
  • Betri Banki tekur allar viðmerkingarnar frá Fíggjareftirlitinum til eftirtektar.

Vit kunnu ikki annað enn vera nøgd við vitjanina hjá Fíggjareftirlitinum hesuferð. Nøkur viðurskifti eru, sum vit skulu tillaga og verður tað gjørt skjótast gjørligt. Vit hava arbeitt miðvíst við at betra um raksturin og tí fegnast vit um, at Fíggjareftirlitið staðfestir, at bankans rakstur nú liggur omanfyri aðrar líknandi bankar. Vit eru eisini væl nøgd við, at niðurskrivingarnar ikki vórðu broyttar.” sigur Jean Djurhuus, forstjóri í Betri Banka.

 

Tórshavn, 21. desember 2021

 

Betri Banki

 

Tú kanst lesa niðurstøðurnar hjá Fíggjareftirlitnum her