
Tíðindi

Vit lækka renturnar
Í dag hevur Danski Tjóðbankin lækkað leiðandi rentuna við 0,25% stigum. Hetta hevur við sær, at Betri Banki eisini lækkar renturnar.

Sethúsaprísirnir hækkaðu nærum 10% í fjør
Hóast renturnar hækkaðu nógv í 2022 og 2023, fluttu bústaðarprísirnir seg ikki stórvegis hesi árini. Nú renturnar eru lækkaðar fýra ferðir seinasta hálvárið, sæst hetta aftur á sethúsamarknaðinum, har prísirnir aftur ganga uppeftir.

MobilePay kemur til Føroya í næstum
Føroysku peningastovnarnir hava í fleiri ár samskift við MobilePay um at fáa tænastuna tøka í Føroyum. Síðstu tøkniligu forðingarnar verða nú loystar, og skjótt ber til at brúka væl umtóktu appina í Føroyum.

Nám gevur út undirvísingartilfar um eginbúskap í samstarvi við Felagið Peningastovnar
Endamálið við tilfarinum er at kunna næmingar um ávís búskaparlig hugtøk við dømum úr gerandisdegnum. Hetta skal geva teimum bæði áræði og royndir, soleiðis at tað gerst lættari at taka støðu í búskaparligum viðurskiftum.