Bygging & umvæling

Umhugsar tú at fara undir at byggja ella møguliga umvæla tín bústað? So er hetta nakað fyri teg.

Temakvøld um bygging & umvæling

Ver vælkomin til eitt spennandi kvøld. 

Fýra fakfólk koma at geva tær góð ráð um alt frá fíggjarmøguleikum, til hvussu tú kanst byggja fyri minni, og eisini vísa vit á ítøkilig dømir um umvælingar. Harafturat fært tú eisini góð ráð um urtagarðin.

Her er skráin fyri tiltakið:

• Alice Frederiksberg, ráðgevi, vísir á ymiskar møguleikar, tá tað kemur til at fíggja tína byggiverkætlan.

• Eyðun Eliasen, arkitektur, hevur framløgu um nútíðarbygging og hvussu tú kanst byggja fyri minni og framvegis fáa ynskta úrslitið.

• Gudmund Nielsen, byggifrøðingur, vísir á ítøkilig dømir um ymiskar umvælingar og gevur ráð ráð hesum viðvíkjandi.

• Haraldur Símunarson Hammer, urtagarðsfrøðingur, gevur íblástur til urtagarðin og vísir, hvussu tú fært ein góðan urtagarð - bæði tá tú byggir nýtt ella skalt til at endurnýggja urtagarðin.

Tiltakið verður á okkara deild í Saltangará 2. mars, klokkan 17. Møguleiki verður at seta fakfólkunum spurningar og tosa við okkara ráðgevar, sum eisini vera til staðar. Kaffi og okkurt gott til góman verður at fáa.

Um tað ikki liggur fyri hjá tær at luttaka, ber eisini til at fylgja við á stroymingini niðanfyri ella gjøgnum hesa leinkjuna:
https://bit.ly/3S58ndk

Tað er ikki neyðugt at melda seg til tiltakið, og tú ert vælkomin at taka onkran við tær.

Vit gleða okkum at síggja teg (persónliga ella á netinum) til tiltakið!