5. element

Aðalfundur hildin í Betri Banka

Fríggjadagin 10. apríl varð aðalfundur hildin í Betri Banka, har eitt nú ársroknskapurin 2025 varð góðkendur. Samtykt varð at gjalda 50 mió.kr. í vinningsbýti til móðurfelagið.

Harumframt var nevndarval, har tríggir nevndarlimir stóðu fyri vali. Evy Jacobsen og Jens Johan Dam vórðu afturvald, meðan Marion á Lakjuni, sum hevur sitið í nevndini síðan 2015, bar seg undan afturvali. Nývald í nevndini er Jórun Gardar. Jórun Gardar starvast sum fyrisitingarstjóri í Smyril Line.

Nevndin skipaði seg eftir aðalfundin við Flemming B. Nielsen sum formanni og Evy Jacobsen sum næstforkvinnu. Hini í nevndini eru Jens Johan Dam, Janet F. Johannesen, Ivan Christiansen, Jórun Gardar, Sverri M. Edvinsson, Ann Gvøðny Dánialsdóttir og Tanja M. Ósá.