Ung gjaldskort

Broytingar í samband við skráseting av gjaldskortum í Apple Pay og Google Pay

Í samband við heimild í betalingslógini við gildiskomu frá 1. januar 2024, og ynski um at veita tað tryggastu loysnina til okkara kundar, verður frameftir ikki møguligt, at skráseta sítt gjaldskort í appini Wallet.

 

Broytingin kemur í gildi 5. juli 2024. Hetta merkir, at frameftir kunnu gjaldskort bert skrásetast í Wallet appini umvegis netbankan.

Gjaldskort, ið longu eru skrásett í eini Wallet app, kunnu framhaldandi brúkast í Apple Pay og Google Pay.

Tá gjaldskortið gongur út ella av aðrari orsøk verður skift út, skal nýggja gjaldskortið skrásetast í Wallet umvegis netbankan.

Arbeitt verður við at gera eina nýggja trygdarloysn til kundar, sum ikki hava netbanka, men ynskja at skráseta gjaldskort í Wallet.

 

Les meira um Apple Pay og Google Pay.