Bústaðarprísir og byrða 2022
Rentuhækkingar og prísvøkstur hava gjørt fólk meira varin
Eini sethús kostaðu í miðal 2,6 mió. krónur í 2022.
Í Havn kostaðu tey í miðal 3,9 mió. krónur, og í Klaksvík og í Eysturoynni ávíkavist 2,8 og 2,1 mió. krónur.
Miðalprísurin hækkaði 7% í Havn og 11% fyri alt landið í 2022 samanborið við 2021.
Tó so lækkaði miðalprísurin í ávísum økjum í landinum. Í Havn lækkaði prísurin 9% frá 3. til 4. ársfjórðing 2022.
Hækkandi rentur og prísvøkstur hava havt við sær, at fólk eru vorðin meira varin. Hetta sæst aftur í talinum av sethúsasølum, sum í 2022 var tað lægsta í níggju ár.
”Vit hava merkt stóra broyting í útboði og eftirspurningi eftir bústøðum seinastu mánaðirnar. Rentuhækkingarnar hava havt við sær, at fólk eru vorðin meira varin, bæði við at selja og keypa. Hetta merkir samstundis, at prísirnir í seinnu helvt av 2022 eru lækkaðir í ávísum pørtum av landinum millum 5-10%, og hann fer væntandi at lækka enn meir í ár.”, sigur Kára á Dunga, stjóri í Betri Heim.
Hækkandi renturnar hava stóra ávirkan á bústaðarbyrðuna
Bústaðarbyrðan lýsir, hvussu stóran part av inntøkuni eftir skatt eitt par við tveimum børnum undir 7 ár skal brúka uppá at gjalda sítt bústaðarlán.
Í Føroyum var bústaðarbyrðan í miðal 25% í 2022. Tað er ein vøkstur á 2% stig samanborið við 2021.
Bústaðarbyrðan í Havn var 37%, sum svarar til ein vøkstur á 3% stig.
Í Klaksvík og í Eysturoynni var bústaðarbyrðan ávikavíst 27 og 20%. Ein vøkstur á 5 og 2% stig.
Bústaðarbyrðan hesa ferð er roknað út frá einari vektaðari miðalrentu fyri hvørt árið. Av tí, at rentuhækkingarnar í 2022 ikki vórðu framdar fyrr enn á heysti, sæst ávirkanin av rentuhækkingunum bara partvíst aftur í bústaðarbyrðuni. Um bústaðarbyrðan varð roknað við rentuni frá desembur, hevði hon verið 43% fyri Havnina og 27% fyri alt landið.
Bústaðarbyrðan í 2022 er tann tyngsta síðan 2006, tá vit byrjaðu at máta hana. Við støði í verandi rentugongd, er sostatt er ikki óhugsandi, at bústaðarbyrðan verður enn tyngri í 2023, tá rentuhækkingarnar síggjast betur aftur í útrokningunum.