NemID verður skift út við Samleikan
Tíðliga í komandi ári fáa viðskiftafólk hjá føroysku peningastovnunum nýggjan Netbanka. Í tí sambandi verður innritanin til Netbankan broytt. Í dag rita viðskiftafólk inn við NemID, men tá ið nýggi Netbankin verður tikin í nýtslu, skulu tey í staðin brúka Samleikan.
Heita á øll um at fáa sær Samleikan
Føroysku peningastovnarnir heita á tey viðskiftafólk, sum ikki longu hava Samleikan, um at skráseta seg á www.samleikin.fo, so tey hava amboðið til at rita inn í nýggja Netbankan.
Ein fyrimunur at skráseta seg í góðari tíð
Tá ið ein brúkari hevur bílagt Samleikan, verður umsóknin viðgjørd av Talgildu Føroyum, og viðkomandi fær beinleiðis boð, tá ið Samleikin er klárur at brúka. Um fleiri fáa sær Samleikan í góðari tíð, slepst undan óneyðugari bíðitíð, tá ið nýggi Netbankin kemur, og øll skulu brúka Samleikan til innritan.
Í Danmark verður NemID avloyst av MitID. Tilgongdin er byrjað, men hetta fer ikki at ávirka viðskiftafólk í føroyskum peningastovnum, sum bara skulu brúka Samleikan til innritan. Tey, sum av øðrum orsøkum hava NemID, eiga at fylgja kunningini frá donskum myndugleikum um, hvussu MitID verður útvegað á mitid.dk.