Betri Pensjón tryggjar javnstøðu
Betri Pensjón javnsetir kynini, tá ið umrøður pensjónsútgjøld. Hetta var samtykt í 2020 og sett í gildi 1. januar 2021.
Nógv kjak hevur verið um javnstøðu í pensjónsmálum. Áður hava menn fingið størri útgjald, sum hevði sín uppruna í, at kvinnur liva 10% longur sum pensjonistar enn menn, og tískil fingu tær 10% lægri mánaðarligt útgjald; tó í eitt longri væntað tíðarskeið. Kjakið snúði seg um, hvørt tað er rímiligt at hava fyrilit fyri hesum muninum í livitíðini hjá kvinnunum og monnunum, tá ið útrokningin verður gjørd.
Ávgerðin er tikin
-Nú eru kynini javnsett. Lívrentur, sum komu í gildi frá 1. janaur 2021, gera ikki mun á kyni, tá ið mánaðarliga útgjaldið verður ásett. Sosatt fáa kvinnur og menn sama útgjald, um teirr útgangsstøði væl at merka er tað sama, sigur Helgi L. Petersen, Stjóri í Betri Pensjón. Hann fegnast um broytingina, sum tykist hava breiða undirtøku millum fólk, fakfeløg, myndugleikar og onnur.