Betri Pensjón

Kundaráðgevi til Betri Pensjón

 

Vegna økt virksemi sóknast vit eftir einum nærlagdum ráðgeva. Vilt tú hava spennandi avbjóðingar, hugsavna teg um fakuppgávur og veita góða kundatænastu, er hetta starvið helst júst nakað fyri teg.

Um starvið:
Starvið sum kundaráðgevi er spennandi, og eingir arbeiðsdagar eru eins. Tú fært høvuðsábyrgd av at røkja sambond okkara við fakfeløg og virkir - og skapa fleri nýggj sambond av slíkum slagi. Eisini fert tú at røkja aðrar uppgávur saman við starvsfeløgunum í Betri Pensjón.

Um teg
• Tú hevur viðkomandi útbúgving ella royndir
• Tú hevur dirvi at ganga nýggjar leiðir, bjóða teg fram og taka av nýggjum avbjóðingum
• Tú ert opin, útvend/ur og tær dámar at samskifta við nógv ymisk fólk
• Tú dugir væl at samskifta bæði munnliga og skrivliga
• Tú vilt læra meira um pensjóns- og lívstryggingarøkið og vilt fara undir útbúgving
• Tú ert tænastusinnað/ur og kanst arbeiða sjálvstøðugt og miðvíst
• Tú hevur eitt jaligt lyndi, góð samstarvsevni og dugir at byggja góð sambond við starvsfólk og kundar
• Tú trívist, har tað til tíðir kann vera nógv at gera
Fyri at røkja starvið er neyðugt, at tú tekur útbúgving á Tryggingarakademinum í Danmark. Ígjøgnum útbúgvingina skalt tú niður nakrar ferðir, nakrar dagar í senn. Betri Pensjón rindar fyri útbúgving, ferðir og annað í hesum sambandi.

Um okkum:
• Eitt gott og avbjóðandi starv við kappingarførari løn, góðum setanartreytum, sjálvstøðugum arbeiðsøki og góðum møguleikum fyri støðugari førleikamenning.
• Dugnaligir starvsfelagar og eitt umhvørvi, har vit eru fryntlig, hjálpsom, rúmlig og ikki minst geva rúm fyri skemti í gerandisdegnum
• Starvsstað á Kongabrúnni við góðari kantinu og atgongd til vælumtókta fitnesshølið á staðnum
• Starvið verður sett skjótast til ber – ella tá rætti umsøkjarin er funnin

Samband:
Hevur hetta fangað tín áhuga, send okkum so tína umsókn við lívsrensli og avriti av prógvum til starv@pensjon.fo í seinasta lagi 5. januar 2025.
Hevur tú spurningar, kanst tú seta teg í samband við Helga L. Petersen, stjóra, á 548 748 ella Rannvá Justinussen, HR-leiðara, á 548 575.
Vit gleða okkum at frætta frá tær.