Íløgur
Betri Pensjón miðar eftir at fáa størst møguligt avkast fyri so avmarkaðan váða sum tilber - og málið er, at 100% av íløgunum um fá ár skulu hava burðardygd fyri eyga.
Betri Pensjón hevur sum málsetning at gera íløgur í feløg við denti á burðardygd.
Í løtuni eru omanfyri 75% av íløgum okkara í partabrøv í feløgum, sum hava tikið aktiva støðu til burðardygd. Málið er miðvíst at økja um burðardyggu íløgurnar og at koma uppá 100% um nøkur ár.
Vit leggja okkum eisini eftir at gera íløgur í feløg, sum virða grundleggjandi mannarættindi og halda altjóða samtyktir um umhvørvi og arbeiðsumstøður.
Hinvegin stýra vit miðvíst uttanum feløg, ið ikki gera tað. Vit samstarva heldur ikki við feløg, ið saman við øðrum framleiða ella menna tyssibumbur, kjarnorkuvápn ella týðandi staklutir, ið einans verða nýttir til hesi vápnasløg.
Tá ið virðisbrøvini, sum vit gera íløgur í, verða vald og eftirmett, taka vit millum annað atlit at etisku viðurskiftunum.
Vit hava samstarvsavtalu við íløgufelagið Sparinvest, ið varð fyrsta børsskrásetta íløgufelag í Danmark í 1968, og sum síðani hevur ment seg til ein altjóða fíggjarumsitara (kapitalforvaltningshus). Í dag er Sparinvest ein partur av Nykredit-samtakinum og saman umsita Sparinvest og Nykredit fyri omanfyri 440 milliardir kr. og bjóða eitt stórt úrval av íløgum. Sparinvest hevur ein breiðan kundaskara, sum fevnir um alt frá privatum kundum til peningastovnar og stovnar úr øllum Europa.
Partabrøv
Niðanfyri er ein lýsing av, hvørjar partabrævabólkar vit hava gjørt íløgur í (oktober 2024).
Partabrævabólkur merkir í stuttum, at nógv ymisk partabrøv við felags eyðkennum, eru bólkaði saman. Í hesum bólkum eru partabrøv í nógvum ymiskum fyritøkum, í nógvum ymiskum vinnum og í nógvum ymiskum londum.
Alheims partabrøv
Indeks Globale Aktier Minimum Risiko
Endamálið við hesi íløguni er at hava eina breiða spjaðing millum alheims partabrøv við minst møguligum váða. Íløgubólkurin inniheldur umleið 270 partabrøv. Áleið 10% av samlaðu íløgunum í partabrøv eru sett í henda íløgubólk. Les meira her.
Ethical Global Value
Í hesum íløgubólki eru alheims partabrøv, ið byggja á íløguháttin “Value investering”.
Harafturat verða íløgurnar einans gjørdar í fyritøkur, ið fylgja altjóða leiðreglum um etiska ábyrgd. Íløguprógvið inniheldur 70-80 ymisk alheims partabrøv. Áleið 10% av samlaðu íløgunum í partabrøv eru sett í henda íløgubólkin. Les meira her.
Bæredygtige Aktier
Íløgubólkurin inniheldur 40-70 alheims partabrøv, ið eru nágreiniliga útvald útfrá vakstrarmøguleikum, váða og burðardygd hjá fyritøkunum. Dentur verður lagdur á at gera íløgur í fyritøkur, ið eru sterkar og hava langtíðarmál innan burðardygd. Áleið 20% av samlaðu íløgunum í partabrøv eru sett í henda íløgubólk. Les meira her.
Hesin íløgubólkurin fylgir strangastu alheims krøvum fyri burðardygd - og er eisini svanamerktur. Les meira um svanamerktar íløgubólkar her.
Index Bæredygtige Global
Grundarlagið í hesum bólkinum byggir á alheims partabrøv við høgari ESG-rating, ið hevur til endamáls at tryggja ein sterkan burðardyggan profil, har dentur verður lagdur á umhvørvið og samfelagsliga ábyrgd.
Íløgubólkurin inniheldur omanfyri 900 alheims partabrøv, har ein minni partur er í nýggjum marknaðum (emerging markets). Umleið 25% av samlaðu íløgunum í partabrøv er sett í henda íløgubólk. Les meira um hetta íløguprógvið her.
Hesin íløgubólkurin fylgir strangastu alheims krøvum fyri burðardygd - og er eisini svanamerktur. Les meira um svanamerktar íløgubólkar her.
Harafturat fylgir indeksið krøvunum frá París-sáttmálanum um at minka CO2 útlátið.
Nordea Stabile Aktier
Endamálið við hesi íløguni er, at hava eina breiða spjaðing millum alheims partabrøv við støðugum avkasti og lágum váða. Íløgubólkurin inniheldur umleið 100 partabrøv.
Áleið 10% av samlaðu íløgunum í partabrøv eru sett í henda íløgubólk. Les meira her.
Nordea Global Responsible Enhanced Equity Fund
Íløgubólkurin inniheldur áleið 300 alheims partabrøv. Dentur verður m.a. lagdur á SRI íløgur (socially responsible investment) fyri at røkka einum høgum ESG íløguprofili og lágum CO2-útláti. Áleið 5% av samlaðu íløgunum í partabrøvum eru sett í henda íløgubólk.. Les meira her.
INDEX USA Growth KL
Íløgubólkurin inniheldur omanfyri 220 norðuramerikonsk partabrøv, ið hava eyðkenni at vera vakstrarfyritøkur. Tískil er góður helmingurin av partabrøvunum í íløguprógvinum settur í tøknifyritøkur. Áleið 10% av samlaðu íløgunum í partabrøv eru sett í henda íløgubólk. Les meira her.
Donsk partabrøv
Í hesum íløgubólki eru 25-35 danskar fyritøkur í ymiskum vinnum. Áleið 10% av okkara íløgum, sum eru sett í partabrøv, eru sett í henda íløgubólk. Les meira her.
Lánsbrøv
Stats- og realkreditlánsbrøv
Talan er her um íløgur í donskum stats- og realkreditlánsbrøvum. Tað snýr seg um stutttíðar lánsbrøv og miðallong lánsbrøv. Áleið 75% av samlaðu íløgum okkara í lánsbrøv eru sett í henda íløgubólk.
Virkislánsbrøv
Virkislánsbrøv eru meira váðafús enn vanlig lánsbrøv, og rentan er tí vanliga hægri í mun til stats- og realkreditlánsbrøv.
Størsti parturin av íløgunum í virkislánsbrøv er í sonevnd High Yield og Investment Grade virkislánsbrøv. High Yield merkir, at íløga er gjørd í feløg, sum hava ein ávísan kreditváða, sum er omanfyri miðal, í mun til aðrar fyritøkur av sama slagi. Investment Grade virkislánsbrøv hava relativt lágan váða. Dentur verður lagdur á íløgubólkar, sum tryggja góða spjaðing við virkislánsbrøvum frá nógvum ymiskum fyritøkum úr ymiskum londum og vinnugreinum.
Les meira um High Yield íløgubólkarnar her og her, og um Investment Grade íløgubólkin her.
Harafturat er ein partur settur í ”Bæredygtige Kreditobligationer”. Hesin íløgubólkur minnir nógv um Investment Grade virkislánsbrøv, men leggur dent á evropeiska marknaðin og á fyritøkur við høgum málum innan burðardygd. Les meira her.
Góð 10% av samlaðu íløgunum innan lánsbrøv eru í virkislánsbrøvum.
Evropisk Covered Bonds
Evropisk Covered Bonds eru lánsbrøv við serliga høgum kreditmetingum. Hesi minna um donsk realkredittlánsbrøv, men við fokus á evropiska marknaðin. Knøpp 10% av samlaðu íløgunum innan lánsbrøv eru í Evropiskum Covered Bonds. Les meira um Evropisk Covered Bonds her.
Útlán
Ein partur av íløgunum innan lánsbrøv eru í útlánum til føroyskar fyritøkur. Góð 5% av samlaðu íløgunum innan lánsbrøv eru í útlánum.
Hóast hesi útlán formliga ikki eru lánsbrøv, meta vit hesi liggja so mikið tætt at lánsbrøvum, at vit bólka hesi undir lánsbrøv. Hesi útlán geva lánsbrævapartinum eina økta spjaðing og gera harafturat, at ein partur av okkara samlaðu íløgum virka í Føroyum.
Íløgukostnaður og afturbering
Marknaðarrenta merkir, at samansparingin verður sett í láns- og partabrævabólkar. At gera íløgur í slíkar bólkar kostar pening, og hesin kostnaður verður tí tikin av tínum avkasti, áðrenn tað verður sett inn á tína pensjón.
Kostnaðurin av at umsita íløgubólkar við partabrøvum er vanliga hægri enn kostnaðurin av at umsita íløgubólkar við lánsbrøvum. Sostatt verður kostnaðurin av íløgurøktini, ið vit gera fyri teg, tengdur at tí íløgubólki, sum tú hevur valt at nýta.
Kostnaðurin verður ásettur við ársbyrjan. Við árslok verður hetta hildið upp móti veruliga kostnaðinum í árinum. Hetta gevur eina afturbering til pensjónskundarnar hjá Betri Pensjón.
Afturberingin, sum fyri 2023 var á leið 50%, fellir til pensjónskundarnar hjá Betri Pensjón sum avkast.
Niðanfyri sæst kostnaðurin fyri 2023. Roknaða dømið er tikið út frá, at 45% eru sett í partabrøv og 55% í lánsbrøv. Hetta er ein meðalsamanseting hjá okkara kundum ultimo september 2024.
Verður lutfallið hildið upp móti kostnaði av íløgurøktini, merkir tað, at meðalkostnaðurin er:
Partabrøv |
45% falda við |
1,19% |
0,54% |
|
Bruttokostnaður |
0,71% |
|||
Afturbering 50% av 0,71% |
-0,35% |
|||
Nettokostnaður |
0,36% |
|||
Vit eru altíð klár at hjálpa tær
Hevur tú spurningar, ert tú altíð vælkomin at seta teg í samband við okkum