Lívið leggur aftrat
– tí tú leggur í

At vita at vit eru trygg. Vard. Hetta er ein kensla vit ikki vaksa frá. Tí hendan kenslan veksur við okkum. Alt lívið.
Tað er hetta, sum Betri Pensjón ger. Pensjónin er bara har. Og meira vit leggja í, og jú longri vit spara upp, tess tryggari kenna vit okkum.
Bíligari fyri teg
Tað eru nógv ting at hugsa um, tá tú skalt velja veitara til tína pensjón. Eitt av teimum er, hvussu nógv tað kostar tær at hava tína pensjón hjá tínum pensjónsveitara. Jú minni tað kostar, jú meira er eftir til tína egnu pensjón at vaksa við.
Síðani 2023 hava føroyskir pensjónsveitarar almannakunngjørt teirra kostnaðir av at umsita pensjónirnar fyri sínar kundar. Hetta er tað, sum eitur ÁKP: Árligi Kostnaðurin í Prosentum. Hjá okkum er miðalkostnaðurin farin úr 0,88% og niður á 0,79% frá 2023 til 2025.
Vit halda, at øll eiga at vita, hvat tað kostar. Hvat man ÁKP vera hjá tær? Síggj títt ÁKP í tínum skjølum á MínPensjón.

ÁKP – Árligi Kostnaðurin í Prosentum – er einfaldasti máti at samanbera kostnaðir á fíggjarligum tænastum. Tølini omanfyri eru fyri ÁKP hjá Betri Pensjón seinastu árini.

Talvan omanfyri vísir árliga miðalavkastið fyri 2021-2025 við ávikavist lægsta, miðal og hægsta váða hjá Betri Pensjón. Miðal váðin í talvuni vísir tann váðan, sum kundar í Betri Pensjón í miðal hava valt pr. 01.10.2026.
Meira aftur til tín
Ein pensjónssamansparing eigur at vaksa. Geva avkast. Hetta er jú meiningin við tí heila.
Avkast av pensjónum sveiggja mánað fyri mánað, og enntá ár fyri ár. Vit halda tí, at tað hevur týdning at síggja miðaltøl fyri nøkur ár, fyri betur at kunna staðfesta hvussu veruliga gongdin er.
Tølini vísa okkum at tað er stórur munur á avkastinum, alt eftir hvat váðastøði tú hevur valt.
Vit halda, at øll eiga at taka støðu til sítt váðastøði. Kanna títt váðastøði á MínPensjón.
Heima er best ...
Vit hoyra tað av og á: At tað er bæði betri og bíligari at hava sína pensjónssamansparing í Danmark heldur enn í Føroyum. Tað halda vit í Betri Pensjón ikki. Íløgurnar hjá Betri Pensjón geva júst sama miðalavkast sum hjá donskum veitarum – og so er ÁKP hjá Betri Pensjón lægri enn miðal í Danmark.
Í Danmark er vanligt at brúka miðal váða við 15 árum til pensjónsaldur, tá samanberingar verða gjørdar. Hetta merkir í miðal eina fordeiling á 75% partabrøv og 25% lánsbrøv. Í talvuni hava vit gjørt eina samanbering, sum vísir teir kundar hjá Betri Pensjón, sum hava valt 75% partabrøv og 25% lánsbrøv. Úrslitið er neyvt sama avkast, sum miðalavkastið er í donskum feløgum.

Samanberingin fyri 2021-2025 er fyri kundar við marknaðarrentu og miðal váða við 15 árum til pensjónsaldur. Miðal váði er her eitt býti við 75% partabrøvum og 25% lánsbrøvum.

Í Føroyum er tín samansparing eftir 2012 skattað við inngjald, meðan sama ikki er galdandi í Danmark. Í talvuni eru tískil tvey prosenttøl fyri Betri Pensjón. Hægra talið vísir tær kostnaðin í mun til tína samansparing, meðan lægra talið vísir tær tín kostnað í mun til tína samansparing, um hon ikki varð skattað við inngjald. Mest rættvísa samanberingin við Danmark er eitt stað ímillum hesi bæði tølini. Úrslitið er, at tað er bíligari í Betri Pensjón, uttan mun til hvat av tølunum tú brúkar. Tølini eru fyri 2024, tí miðaltølini fyri 2025 í Danmark eru ikki tøk enn.
... og bíligari
ÁKP hjá Betri Pensjón er lægri enn miðal fyri Danmark. Tað merkir heilt einfalt, at tað er bíligari at hava tína pensjónssamansparing í Betri Pensjón enn at hava hana í Danmark.
Pensjónir verða ikki skattaðar á sama hátt í Føroyum sum í Danmark. Tí eru tað tvey ymisk prosenttøl fyri Betri Pensjón, sum vísa munin. Men líka mikið um tú brúkar tað hægra ella lægra talið fyri Betri Pensjón, so er úrslitið tað sama: Betri Pensjón er bíligari.
Tað er eingin orsøk at fara av landinum við pensjónssamansparingini.
Tað visti tú kanska ikki. Men tað veitst tú nú.
Øll tøl eru uppgjørd sum miðaltøl. Einstakir kundar fella báðumegin miðaltalið.
Orðabók
Um tú hevur ringt at skilja onkur fíggjarorð, hava vit hava lagt eina lítla orðabók til tín her.
