
Betri Pensjón - Marknaðarkunning fyri 3. ársfjórðing 2024
Triði ársfjórðingur 2024 var merktur av órógvi á íløgumarknaðinum. Ein av orsøkunum var, at arbeiðsloysið í USA vaks. Kortini høvdu bæði partabrøv og lánsbrøv positivt avkast í triðja ársfjórðingi, og tjóðbankarnir í Evropa og USA hava lækkað leiðandi rentuna.