Eingin kostnaður fyri Ung

 

Ert tú undir 21 ár, og er pensjónssamansparingin undir 10.000 kr., so rindar tú einki í umsiting hjá Betri Pensjón.

Pensjón skal gjaldast av øllum lønarútgjaldingum, ið eru hægri enn 429 kr. Hóast tú bert arbeiðir fáar tímar um vikuna ella ert avloysari av og á, skalt tú kortini spara minst 7% av lønini saman til pensjón. 

Ynskir tú eina pensjón í Betri Pensjón, so sig við tín arbeiðsgevara, at pensjónin skal flytast á konto 9181-166.414.1.

Ring á 348 700, um tú ivast.

Ung arbeiða