Starvslýsing - Kredittráðgevi innan vinnuøkið
Kredittráðgevi innan vinnuøkið
Hevur tú hug til spennandi og áhugaverdar avbjóðingar innan kredittøkið? So er starvið á Kredittdeildini í Betri Banka møguliga nakað fyri teg. Vit sóknast eftir einum kredittráðgeva til vinnu, ið skal vera við til at menna Kredittdeildina enn meira.
Starvið
Kredittdeildin hevur yvirskipaðu ábyrgdina av m.a.:
- at játta lániumsóknir
- innheinting og niðurskrivingum
- kreditteftirliti
- rapportering til stjórn og nevnd
- menning og implementering av kredittamboðum til kredittviðgerðina í bankanum
Á deildini starvast 9 roynd og dugnalig starvsfólk.
Tú verður partur av toyminum, ið greinar, viðger og játtar umsóknir frá Vinnudeildini innan egna heimild – ella skulu víðari til stjórn og nevnd. Afturat hesum umfatar arbeiðið eisini m.a. greining av roknskapum og fíggjarætlanum og aðrar uppgávur sum kredittgjøgnumgongd saman við Vinnudeildini, Fíggjareftirlitinum o.ø.
Um tú ynskir og hevur førleikar og royndir, kanst tú eisini luttaka í ymsum verkætlanum, ið annars hava við kredittøkið í bankanum at gera.
Starvsstaðurin er Yviri við Strond í Havn.
Førleikar
Vit vænta, at tú:
- hevur viðkomandi útbúgving og arbeiðsroyndir innan kredittmeting
- ert nærløgd/nærlagdur og dámar væl at arbeiða við størri verkætlanum
- hevur kunnleika og áhuga fyri føroyskum vinnulívi og ymiskum vinnugreinum
- hevur áhuga fyri og innlit í greiningararbeiði, herundir roknskaparviðurskiftir
- hevur hollan kunnleika til office pakkan og dugir væl at samskifta á føroyskum og donskum
- ert fyrikomandi, arbeiðir sjálvstøðugt og hevur gott yvirlit, samstundis sum tú hevur eyga fyri smálutum
Starvið verður sett eftir nærri avtalu og lønin verður ásett sambært avtalu millum YTF og FAG.
Um hetta hevur tín áhuga, kanst tú seta teg í samband við Nicholas Holm, Kredittstjóra, á tlf 548686 / nh@betri.fo, ella Beintu Wilhelm, HR-leiðara, á tlf 548224.
Skrivligar umsóknir skulu sendast til starv.banki@betri.fo, og vera okkum í hendi í seinasta lagi mikudagin 22. februar 2023.
Søkt verður eisini uttanhýsis.