Vegleiðing til stuðul
Stuðul til ítrottarfeløg, mentan og læring
Vit stuðla endamálum, ið koma báðum pørtum til góðar, og sum hóska til okkara virksemi, virðir og missión, ið eru at skapa tryggleika og vøkstur í Føroyum.
Um tú søkir um stuðul til eitt tiltak, so er tað ein treyt, at tiltakið er í fyrsta lagi 6 vikur eftir at umsóknir verða viðgjørdar.
Umsøkjarar fáa svar í seinasta lagi innan 6 vikur eftir at umsóknarfreistin er farin.
Stuðul til verkætlanir
Hevur tú eitt hugskot, sum kann gera okkum tryggari, bøta um heilsuna, ella gera samfelag okkara betri? So ber til at søkja okkum um stuðul.
Til ber at søkja um stuðul til virksemi, ið fylgir galdandi treytunum.
Stuðul til gransking
Eina ferð um árið tekur Betri støðu til umsóknir um granskingarstuðul. Betri stuðlar serliga gransking, ið kann metast at vera sjúkufyribyrgjandi, skaðafyribyrgjandi ella tryggleikaskapandi í Føroyum. Dentur verður lagdur á tíðaravmarkaðar verkætlanir, ið gera ítøkiligan mun, heldur enn grundgransking.
Í høvuðsheitum verður stuðul bara latin til verkætlanir, sum Granskingarráðið ella annar líknandi fakligur stovnur frammanundan hevur latið stuðul til. Váttan/prógv um stuðul skal leggjast við umsóknini.
Stuðulin er treytaður av, at full fígging fæst til verkætlanina. Um full fígging ikki fæst skal hetta fráboðast. Somuleiðis skal tað fráboðast, um endamál ella innihald í verkætlanini verður broytt, eftir at stuðulin er játtaður, tí so skal søkjast um stuðulin kann varðveitast.
Innan hálvt ár eftir stuðul er latin skal teldupostur sendast til Betri við prógv fyri, at stuðulin er nýttur til endamálið ella at tørvur er á longri tíð. Tá granskingarverkætlanin er av skal úrslitið sendast til Betri.
Stuðul til film
Endamálið við filmsstuðlinum, sum Betri letur, er at menna nýggjar føroyskar søgur á filmi ella í sjónvarpsrøðum. Høvuðsdentur verður lagdur á at stuðla føroyskari fiksjón: Talan skal vera um føroyskan film burturav ella film, sum í høvuðsheitinum hevur føroyska søgu og verður gjørdur av føroyskum filmsfólkum.
Stuðulin verður veittur í trimum høvuðsbólkum:
1. Menning av verkætlanum
2. Framleiðslu og liðugtgerð (av spælifilmum)
3. Stuttfilmar
Treytirnar til umsóknir fyri hvønn av hesum bólkum eru lýstar neyvari niðanfyri.
Heimildarfilmar (dokumentarar) og útlendskar verkætlanir fáa í høvuðsheitinum ikki stuðul. Stuðul verður veittur til føroyskar fiksjónsverkætlanir. Tó kann stuðul verða veittur útlendskum verkætlanum til eftirarbeiði, sum verður gjørt í Føroyum – eitt nú til VFX, tónleikakomposisjón og tónleikaupptøkur. Stuðulsupphæddin kann ikki verða hægri enn upphæddin, sum verður brúkt í Føroyum.
Ein lítil partur av samlaða filmsstuðlinum fer til talentmennandi tiltøk. Hesum skipar Filmshúsið fyri, og tí kann stuðul ikki søkjast til hendan partin. Um tú hevur ynski á hesum øki ber til at venda tær til Filmshúsið.
Vert at vita áðrenn tú søkir stuðul til film
Stuðul til menning
Endamálið við hesum stuðli at hjálpa tær at fyrireika filmsverkætlanina, so at tú kann fáa útlendska fígging. Sjálv menningin er ein tilgongd, sum eitt nú inniber at fyrireika framleiðsluna til luttøku á altjóða framløgupallum (pitch fora), ella at fáa altjóða leiðbeining (coaching) til filmsverkætlanina. T.v.s. at vit hjálpa tær í gongd – frá hugskotsmenning til víðarimenning av verkætlanini líka fram til framleiðslu.
Stuðulsupphædd
Ì mesta lagi 75.000 kr.
Fíggjarviðurskifti
Tá ið stuðulin er játtaður, verða 75% av upphæddini straks goldnar. Tær 25%, sum resta í, verða goldnar, tá ið tú hevur skrivað eina frágreiðing og lýst støðuna í verkætlanini, og hvat stuðulspeningurin verður nýttur til. Henda frágreiðing verður latin Filmshúsinum og verður góðkend av leiðaranum.
Umsóknir
Tú sendir umsóknina inn gjøgnum sjálvgreiðsluna her á síðuni. Fíggjarætlan, lívsrensl og synopsis verða viðfest. Vit svara tær í seinasta lagi ein mánað eftir, at vit hava móttikið umsóknina.
Viðgerð av umsókn
Stuðulin verður umsitin av eini redaktión, sum er mannað við tveimum umboðum fyri Filmshúsið og einum umboði fyri felagið Føroysk filmsfólk. Eitt umboð fyri Betri Stuðul hevur eftirlit við viðgerðini.
Freist at søkja
1. november 2025.
Stuðul til liðugtgerð (av spælifilmi)
Tað er ein stór verkætlan at framleiða spælifilm. Stundum kemur tað tó fyri, at fíggingin akkurát ikki røkkur til at gera filmin lidnan. Hetta kanst tú søkja um stuðul til. Vit lata í høvuðsheitum stuðul til verkætlanir, sum eisini fáa fígging frá øðrum grunni ella íleggjara. Lýkur spælifilmurin treytirnar niðanfyri, kanst tú søkja um stuðul til liðuggerð.
Stuðulsupphædd
Í mesta lagi 600.000 kr.
Í serligum føri kanst tú søkja um størri stuðulsupphædd. Vit veita tó í mesta lagi ein triðing av samlaða framleiðslukostnaðinum. Tá skalt tú viðfesta váttan um stuðul frá øðrum.
Fíggjarviðurskifti
Longu áðrenn tú søkir um stuðul, skalt tú hava fingið høvuðsspartin av fíggingini til filmsverkætlanina til vegar onkra aðrastaðni.
Tá ið avtala millum partarnar er undirskrivað, verða 75% av játtaðu upphæddini goldnar, meðan tær 25%, sum resta í, verða goldnar, tá ið grannskoðaður roknskapur fyri verkætlanina er latin inn og góðkendur.
Roknskapurin skal innibera eina neyva lýsing av útreiðslum og inntøkum. Somuleiðis fevnir hetta um eina frágreiðing um frávik frá góðkendu fíggjarætlanini, um frávikini eru yvir +/– 10%. Tó er hetta ikki galdandi, um frávikini eru lægri enn 2.500 kr.
Treytir
- Spælifilmurin er fyri tað mesta á føroyskum máli.
- Spælifilmurin verður í høvuðsheitum tikin upp í Føroyum.
- Spælifilmurin endurspeglar onkursvegna føroyska mentan.
- Spælifilmurin verður í størstan mun framleiddur av føroyskum filmsfólki.
- Við hesum stuðli skal filmsframleiðslan verða klár til liðuggerð.
Umsóknir
Tú sendir umsóknina inn gjøgnum sjálvgreiðsluna her á síðuni. Vit svara tær í seinasta lagi ein mánað eftir, at vit hava móttikið umsóknina.
Viðgerð av umsókn
Stuðulin verður umsitin av eini redaktión, sum er mannað við tveimum umboðum fyri Filmshúsið og einum umboði fyri felagið Føroysk filmsfólk. Eitt umboð fyri Betri Stuðul hevur eftirlit við viðgerðini.
Freist at søkja
1. november 2025.
Stuðul til liðugtgerð (av spælifilmi)
Fyri at fáa játtað stuðul til stuttfilm hava vit sett upp nakrar øðrvísi treytir. Eitt nú skal filmurin í mesta lagi vera 12 min. til longdar, verða tikin upp á trimum ymiskum støðum og ikki hava meira enn fýra leiklutir. Vit ynskja bæði at geva tær eina avbjóðing og at royna ein nýggjan leist í føroyskari stuttfilmsframleiðslu. Sí útgreinaðar treytir longri niðri.
Stuðulsupphædd
Í mesta lagi 125.000 kr.
Fíggjarviðurskifti
Tá ið avtala millum partarnar er undirskrivað, verða 75% av játtaðu upphæddini goldnar, meðan tær 25%, sum resta í, verða goldnar, tá ið grannskoðaður roknskapur fyri verkætlanina er latin inn og góðkendur.
Roknskapurin skal innibera eina neyva lýsing av útreiðslum og inntøkum. Somuleiðis fevnir hetta um eina frágreiðing um frávik frá góðkendu fíggjarætlanini, um frávikini eru yvir +/– 10%. Tó er hetta ikki galdandi, um frávikini eru lægri enn 2.500 kr.
Treytir
- Stuttfilmurin er fyri tað mesta á føroyskum máli.
- Stuttfilmurin verður í høvuðsheitum tikin upp í Føroyum.
- Stuttfilmurin endurspeglar onkursvegna føroyska mentan.
- Stuttfilmurin verður í størstan mun framleiddur av føroyskum filmsfólki.
- Stuttfilmurin er í mesta lagi 12 minuttir til longdar (íroknað undantekst og rullitekst).
- Stuttfilmurin verður í mesta lagi tikin upp á 3 ymiskum støðum.
- Stuttfilmurin hevur í mesta lagi 4 afturvendandi leiklutir (t.e. bæði høvuðs- og hjáleiklutir).
Umsóknir
Tú sendir umsóknina inn gjøgnum sjálvgreiðsluna her á síðuni. Vit svara tær í seinasta lagi ein mánað eftir, at vit hava móttikið umsóknina.
Viðgerð av umsóknum
Stuðulin verður umsitin av eini redaktión, sum er mannað við tveimum umboðum fyri Filmshúsið og einum umboði fyri felagið Føroysk filmsfólk. Eitt umboð fyri Betri Stuðul hevur eftirlit við viðgerðini.
Freist at søkja
1. november 2025
Gevið gætur: Búmerkini hjá Filmshúsinum og Betri samtakinum skulu verða sjónlig tá ið framleiðslan er liðug.
Hetta lata vit ikki stuðul til
Vit lata í høvuðsheitum ikki stuðul til lýsingarfilmar, dokumentarfilmar og útlendskar verkætlanir. Tú kanst tó søkja um stuðul til eftirarbeiði so sum VFX og at skriva og taka upp filmstónleik til spælifilmar – um altso hetta fer fram í Føroyum. Stuðulsupphæddin kann ikki verða hægri enn upphæddin, sum verður brúkt í Føroyum.
