Barnabati: 45 ár í barnsins tænastu
Í 1980 sá Barnabati dagsins ljós. Grundarlagið var tá, eins og nú, at menna korini hjá børnum og ungum í Føroyum. Nógv vatn er runnið í ánna hesi 45 árini, og á føðingardegnum, sum varð hildin í november, bleiv høvið nýtt at líta bæði aftureftir og frameftir.
– Vit eru stolt av søguni og tí arbeiði, Barnabati hevur megnað øll hesi árini. Men vit hava eisini støðugan tørv á at endurskoða okkara virksemi og at vera dagførd í okkara profilering, tí børn, ung og almenningurin hava rætt til at vita, hvat Barnabati stendur fyri og fæst við, sigur Hedvig Johansdóttir, aðalskrivari í Barnabata.
Barnabati er lutvíst fíggjaður á løgtingsfíggjarlógini, men alt virksemi út yvir fasta skrivstovuhaldið verður fíggjað av privatum og vinnuligum stuðlum og inntøkugevandi tiltøkum.
– Skulu vit økja og fjøltátta okkara virksemi, er neyðugt við støðugari endurnýggjan og kunning um, hvat pengarnir fara til, og hvønn mun okkara virksemi ger í føroyska samfelagnum, sigur Hedvig.
Heimasíðan barnabati.fo er, saman við ymiskum sosialum miðlum, týdningarmesti liðurin í at savna og miðla virksemið og tænasturnar hjá Barnabata. Heimasíðan og grafiski samleikin eru gjørd av nýggjum, og dentur er lagdur á greidleika og brúkaravinsemi. Samstundis er øll talgilding hjá Barnabata gjørd trygg við støði í dagsins KT-krøvum. Hetta er umráðandi, tí nógv av tí, ið Barnabati fæst við, er í trúnaði.
– Eftir at Betri hevði játtað stuðul til okkara, gekk skjótt at nútímansgera heimasíðuna og dagføra KT-trygdina, sigur Hedvig.
Endurprentað og nýggj list
Í sambandi við 45‑árastovningardagin varð eisini skipað fyri móttøku á Listasavninum í november í 2025. Á tiltakinum nýtti Barnabati høvið at líta aftureftir. Í 80’unum vóru listafólk ein sera virkin partur av virkseminum. Flestu, sum vóru børn og ung tá, minnast uttan iva eyðkendu jólakalendararnar, og plakatirnar hjá Barnabata hingu í mongum húsum kring landið.
– Hesar eru í dag sannir dýrgripir og hava stórt listarligt virði. Tí avgjørdi Barnabati at endurprenta hesar til føðingardagin. Í dag ber til at ogna sær plakatirnar á skrivstovu ella heimasíðu felagsins, greiðir Hedvig frá.
Millum plakatirnar eru listaverk eftir William Heinesen, Rasmus Rasmussen (ella Rasmus Klipp) og Tove Askham.
Ein annar táttur, sum bleiv royndur aftur, var ein uppboðssøla av einum listaverki eftir Kára Svensson. Hetta eydnaðist sera væl, og ikki er óhugsandi, at hetta verður roynt aftur.
Ein sjálvboðin og óheftur felagsskapur
Barnabati er ein politiskt og átrúnaðarliga óheftur felagsskapur, har alt yvirskot fer óskert til endamál felagsins. Grundarlagið er ST-barnarættindasáttmálin frá 1989, sum Føroya Løgting staðfesti í 1992.
Virksemisøkið fevnir víða. Nógv kenna helst Tú & Eg-Ráðgevingina, ið svarar hvønn dag frá klokkan 20 til 24 og veitir ráð og vegleiðing. Í hesi tænastu virka um 40 sjálvboðin. Í Menniskjum Góður Tokki er ein annar týðandi liður í virkseminum, og Betri vinir er ein triði táttur, ið er mentur í samstarvi við Nám og Betri.
– Hvør á sín hátt virka hesi átøkini alt árið fyri at betra um umstøðurnar hjá sperdum børnum og ungum í Føroyum. Vit síggja ein áhaldandi og tíverri eisini vaksandi tørv, og tí er umráðandi, at vit alla tíðina megna at menna okkara tænastur og orku, so vit røkka sum longst við tí tilfeingi, sum vit hava, sigur Hedvig Johansdóttir.
